Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tað er bíligari at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

2020-12-29 01:36

Politikarar vilja nú blanda seg uppí arbeiðið hjá nevnd og leiðslu og vilja lækka gjaldið í Eysturoyartunnlinum. Hesi vilja vera við, at um gjaldið ikki lækkar, so fara fólk heldur at koyra eftir gamla høvuðsvegnum

Hvørji tøl hetta byggir á, veit eg ikki. Men er tað brúk av brennievni aleina, so er tað ikki nóg mikið.

“Slit á bil” sigst vera ein lummatjóvur, sum alt ov sjáldan verður tikin við í roknskapin.

Sambært tølum frá tunnilsfelagnum, so fer tað at loysa seg at koyra gjøgnum tunnilin, heldur enn eftir gamla høvuðsvegin. 

Taka vit ein túr av Strondum til Havnar, so sparir tú samanlagt 104 krónur við at velja tunnilin. Tá eru brennievni, gjald í tunnli og slit á bili tikið við. 


Slit á bilin

Tá ið eg sá tølini á heimasíðuni, hugsaði eg, at gjald fyri “slit á bil” var í so høgt mett. Slit á bili er roknað at verða 176,-kr eftir gomlu farleiðini og 46,-kr, um tú velur tunnilin. 

Ikki veit eg, men tað vóni eg, at politikarar gera, sum nú meira og minni siga við fólk, at tað loysir seg at velja tunnilin frá. Sjálvt um tunnilstølini hjá nevnd og leiðslu siga, at fólk spara 104,-kr við at brúka tunnilin.

Tølini og útrokningar viðvíkjandi “slit á bili” eru fingin frá Danmarks Tekniske Universitet.

Hesa kunning áttu politikarar eisini at givið fólki, tá ið teir nú halda uppá, at tað loysir seg betur fíggjarliga at velja tunnilin frá. Hesir politikarar, sum tosa um ófrávíkilig krøv til gjøld, áttu at sett sum ófrávíkiligt krav til sín sjálvs, at mótprógva tølunum hjá tunnilsfelagnum.  Bara so fólkið veit, hvør VERULIGbíligara loysnin er. 


Hvat loysir seg í longdini


Vit eru samd um at tað skilabesta er at gjaldið í tunnlinum er nóg lágt til, at tað loysir seg at taka tunnilin - í longdini, og nóg høgt til, at hesir bilar kunnu fíggja verkætlanina. 

 

Og tað javnvágini hugsi eg, at nevnd og leiðsla eru komin til. Vænti tó, at tey hava rakt í hægra endanum, fyri at kunna lækka gjaldið eftir eina tíð. Líka sum gjørt hevur verið við hinar tunnlarnar. Gjaldið í Norðoyatunnlinum var fyri 14 árum síðani 180,-kr aftur og fram. Í dag er gjaldið 20,-kr. 

Og tá kostaði Norðoyatunnilin umleið 400 mió kr, sum er ein brøkpartur av, hvat Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnir kosta.


Vit hava júst gjørt eina íløgu, sum skal fíggja 3 milliardir. Tað svarar til umleið 9 Vágatunnlar ella 7 Norðoyatunnlar. Onkur skal rinda hesar tríggjar milliardirnar.

Hvussu tað skal fíggjast hevur nevnd og leiðsla fyri tunnlarnar eitt boð uppá. Politikarar og onnur síggja út til at hava onnur boð. Men eg má viðganga, at higartil havi eg ikki sæð nakað skikkað mótspæl.

Tað viktigasta nú er at geva eina sanna mynd av, hvat tað veruliga kostar at koyra í gjøgnum tunnilin í mun til eftir gomlu farleiðini, og tá má slit á bilin, brennievni, tunnilsgjald o.a., sum hevur týdning takast við í roknistykkið. Ta myndina sakni eg allýsta av politikarum og øðrum, sum meira og minni eggja fólki frá at brúka tunnilin.

Hevur tunnilsfelagið skeivt, sum onkur insinuerar, so skulu onnur tøl á borðið. Vit fíggja so onki milliardaprojekt við leysum uppáhaldum.

 

Tunnilin er ein sólskinssøga. Vit eru øll stolt av honum. Og ikki minst stolt av at eiga fólk í hesum landi, sum hava skil fyri at fáa slíka verkætlan at bera seg. Livst so spyrst. 

Men latið nú leiðslu og nevnd fáa frið at arbeiða.

 

Annita á Fríðriksmørk