Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Svørt yvirraskilsir í grønum gávupappíri

2020-12-13 09:45

Í vikuni viðgjørdi løgtingið tvey uppskot, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fram sum uppskotini, ið skulu fáa skiftið frá oljuni til varandi orku avgreitt. “Vit vilja fáa gongd á TAД, sigur hann. Jørgen Niclasen hevur verið í politikki, síðan áðrenn eg varð fødd. Vit hava vitað, at útlát frá fossilum brennievnum broytir veðurlagið síðan í øllum førum 60ini.

So seint sum í heyst, tá fíggjarlógin fyri 2021 varð løgd fram í stásiligum kørmum í Kongshøll, hevði fíggjarmálaráðharrin eina drúgva framløgu um, hvat landsstýrið legði dent á, og ikki eitt einasta orð varð mælt um umhvørvi, náttúru, veðurlag ella varandi orku. So eg hevði míni fyrivarni, tá eg knappliga hoyrdi landsstýrismannin úttala seg sum passioneraður fortalari fyri orkuskifti í Føroyum. Og tey fyrivarni vístu seg at vera væl grundað.

Uppskotini, ið vóru pakkað inn í grønt gávupappír, vístu seg at goyma eina rúgvu av kolasvørtum yvirraskilsum:

Luksusleigubilar skulu frítakast fyri MVG.

Bilasølurnar skulu lættari sleppa at selja brúktar leigubilar. Hetta við eini lækkan av kilometurtalinum, sum er kravt fyri at ein bilur kann vera skrásettur sum brúktur.

Taxabilar skulu skjótari seljast víðari til privatpersónar.

At lova bilasølum at innflyta brúktar bilar og betala avgjøld av keypsprísinum. Tað vil siga, at mann aftur letur holið í lóggávuni upp, sum førdi til stórmálið herfyri, tá politiið legði hald á fleiri bilar í eini bilasølu í Havn, har svikað var fyri stórar upphæddir.

At stuðla fólki í at keypa hybrid og plug-in hybrid bilar, ið framvegis brúka bensin ella diesel, uttan krav um, hvussu nógv bilurin skal koyra upp á el. Summir hybridbilar koyra bara 10 % upp á el og 90 % diesel ella bensin.

Upplagt at brúka elbil í Føroyum
Hybridbilar og plug-in hybrid bilar eru betri enn bensin og diesel, ja, men MVG-frítøkan er gjørd við einum endamáli. Og hon skal bara gerast við einum greiðum endamáli. Tað endamálið er, at fáa umleggingina til varandi orku í gongd. Endamálið verður ikki tænt við hybrid og plug-in hybrid, ið framvegis skulu brúka fossil brennievni. Um mann var farin í holt við hetta arbeiðið fyri fleiri árum síðan, kundi mann kanska havt snakkað um, at hybrid og plug-in hybrid skuldu við í fyrstu atløgu.

Elbilarnir í dag hava so mikið góð battaríir, úrvalið er vaksandi, og umleggingin hevur so stóran skund, at tað er eingin ivi um, at tað er tann vegin vit skulu. Føroyar eru serligar á tann hátt, at strekkini, sum vit koyra sum vanligir borgarar, ikki eru so long, og hóska seg tí í flestu førum til elbilar. Enn styttri verða teinarnir við nýggju tunlunum. Fá lond í heiminum eru so uppløgd sum Føroyar til elbilar.

Hvussu nógvar bilar skulu vit hava?
Hvussu hongur tað harumframt saman, at mann skal gera tað lættari at selja brúktar bilar uttan krøv um, hvat fyri bilar talan er um, við tí endamáli at fáa útlátið frá ferðsluni niður? Vit hava yvir 40.000 skrásett akfør í Føroyum. Harav væl yvir 26.000 persónsbilar. Tað er ekstremt nógv. Hvussu nógvar bilar skulu vit hava í hesum landinum?

Orkuskiftið kostar. Tað vita vit. Samgongan sparir ígjøgnum heilsutrygdargjøld og við at lækka lønina hjá fólki í vardum størvum. Familjur í landinum fáa ikki bústað at búgva í. Og samgongan vil geva MVG frítøkur til luksuleigubilar, ið sambært fíggjarmálaráðnum skulu brúkast til “kræsna billeigaran”. Eg meini tað.

Alt gott um at leingja avgjaldsfrítøkuna til elbilar og hitapumpur. Men tað er ein óskikkur at pakka alt møguligt annað, ið ikki tænir endamálinum, inn í uppskotið.

Ingilín Didriksen Strøm,
Javnaðarflokkurin