Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Páll á Reynatúgvu (Savnsmynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Stjórna uppá lán!

2022-04-19 21:49

Um tú brúkar framsøgurøðurnar hjá samgongufólkunum á Tingi sum ýti, so er lítið at ivast í at hendan stjórn Føroya, telist millum tær heilt frægu ið hevur stigið sín fót her á landi. Og hóast eg haldi at vit altíð eiga at vera uppbyggjandi í okkara umrøðu og viðgerð av okkara kæra føroyalandi, so má eg viðganga at fátt er ósannari enn tað.

Tvørturímóti, so hevur hendan stjórnin “útmerkað” seg meira at kalla sum ein ikki-stjórn, heldur enn ein leiðsla fyri okkum føroyingar.

Realitetssansurin hjá hesari samgonguni, er sum hjá einum døglingi á veg móti sandinum í Hvalba. Visjónirnar minna um tær hjá Eric Honecker, beint áðrenn múrurin fall, og planleggingarevnini minna mest um tey hjá Gøg og Gokke, tá teir eru nývaknaðir.

Og fyri at siga sum er, so er tað pent sagt.

Hóast eg eigi nógv ár í politikki eftirhondini, havi eg ongantíð uppliva eitt so gjøgnumført leiðsluloysi, sum hettar. Tað er ikki dagur í fíggjarnevndini, har landsstýrisfólkini ikki koma fram á rað, avnoktandi sína ábyrgd fyri játtanunum, sum tey eiga at stjórna eftir sambært lógarsamtyktari játtan.

Kreativa undirbudgetteringin kennir ongi mørk, hvørki tá um rakstur ella løgur ræður. Áðrenn fyrsti ársfjórðingur er farin afturum, koma undan kavi risaupphæddir, sum eru goymdar og krógvaðar, í einari fávitskutari, men ússaligari roynd at boða frá avlopi í bestu tíðum.

Vit fingu við nýggju stýrisskipanarlógini landsstýrismannaábyrgd, men hon hevur ikki verið fjarari enn nú. Eg havi sitið í fíggjarnevndini eitt ár á hesum sinni, og tað er avgjørt undantakið at hoyra eitt landsstýrisfólk, sum átekur sær at stjórna fyri teir pengar sum játtaðir eru. Tvørturímóti so er tað gerandiskostur at avnokta, og tilsíðisseta tað ábyrgd, sum fylgir við at stjórna ráðunum fíggjarliga.

Hettar kann ikki annað, enn enda galið. Tí sum formaðurin í búskaparráðnum, so vísiliga sigur, at um útreiðslurnar ótamdar spola avstað, og inntøkurnar ikki megna at fylgja við, so gevur úrslitið seg sjálvt.

Er so ongin loysn á støðuni? Jú, sjálvandi er tað tað. Onnur lond sum hava nógv verri fortreytir enn vit, hóra undan við góðari tilrættislegging, ábyrgdarfullari leiðslustýring, og við politikki sum røkkur longri enn til dagin í dag.

Og so er tað lívsneyðugt hjá einari stjórn so veikari sum hesari, at samstarva tvørtur um miðjuna, við andstøðuna um tey tungu málsøkini. Skipa polittiskar loysnir, sum ikki einans hava til endamáls at tryggja polittikarunum afturval, men at tryggja fólkinum eina holla og álitisfulla framtíð.

Basarurin hjá hesari samgonguni, er um at fáa ein enda. Gekkahjólið snarar fyri seinastu ferð, og síðsti seðilin verður keyptur fyri uppaftur meira lán. Tað kennist næstan ov lætt fyri hettar harkaliðið, einans at missa valdið. Teir skuldu fingið rokningina eisini.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður