Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sterkur influensa og virus náttúruheilivágur

2021-11-08 12:49

Her hevur tú nakað av tí sterkasta vistfrøðiliga og mest heilsugóða heiluvági sum finnist. Hesa árstíð er influensa og líknandi virussjúkur tíðum frammi, og kann tú væl fyribyrgja sjúku við hesum drykki. Ein hádygdar vistfrøðiligur litur kostar um 400 krónur í donskum handli, men er ikki heilt lættur at finna, tí vøran er ikki vanlig handilsvøra.

Løggurin reinskar eisini tenn og tekur burtur blak, og fyribyrgir bruna, influensa og forkølilsi, afturat at evnið gurkumin reinskar blóðrenslið og sum heild stimbrar maga og gøgn.
Drykkurin skal brúkast varisliga, í smáum nøgdum á 1/2 decilitur á morni og 1/2 decilitur á kvøldi. Til børn er ein súpuskeið passaligt. Ein litur nøktar tørvin í 10 dagar.

Drykkurin má á ongan hátt brúkast um tú fær blóðtynnandi heiluvág ella eru í kemoviðgerð. Um tú bjóðar eitt glas, tryggja tær at viðkomandi ikki hoyrir til hesar báar bólkar.

Uppskriftin til ingefer drykkin er henda og í tveimum umførum. Fyrst er at fáa mergin ur ingefer og gurkumeiu rótunum, næst at síla vatnið frá eftir eina nátt í kuldaskapi.

1.Tilfar til fyrsta umfar:
100 gram av vistfrøðiligari ingefer rót frá Peru. Øll rótin kann nýtast.
50-80 gram av gurkumeiu, eisini úr Peru. Er hýggj á rótini (kann í førum vísa seg) sker tað burtur, og skola rótina í kranavatni.
15-20 vistfrøðilig piparkorn, ið skulu kvørnast.
1 pakki við vistfrøðiligari myntu. Skolast væl og skerast í smáar bitar.

Ingefer og gurkumeiurøturnar skulu rívast við finmeskari rívu í ein 1 litur glasbolla.
Pipar og myntubløð latast í og síðan 1 litur av kókaðum vatni.
Rør nakað við træsleiv av og á meðan løggurin kølnar í umleið ein tíma. Set skálina í kuldaskáp til næsta dag.

2.Tilfar til annað umfar:
2 limefruktir ella 1 citrón - vistfrøðiligar.
1 decilitur vistfrøðilig havtorn. Ikki avgjørt neyðugt, men gevur sera góðan smakk.

Tá løggurin er klárur næsta dag, verður hann sílaður út í annan bolla. Her kann ein sleiv nýtast at trýsta síðsta dropan úr "evjuni" - ið er gott til urtagarðin - heldur enn brennistøðina......

Nú er klárt at lata løggin í eina liturfløsku, og næst lime- ella citrónsaftina, og síðst 1 decilitur av havtorn. Um tú ynskir drykkin meira søtan, er vistfrøðiligur hunangur at taka framum vanligt sukur.

So er klárt. Proppin á fløskuna og rist væl so evnini verða væl blandað.
Gurkumeia er heldur serstøk rót við litevninum gurkumin sum aktiva evni. Likamið hevur trupult við at taka til sín gurkumin, og verður pipar tí brúkt sum katalysator.

Góða eydnu og væl gagnist

Kári Thomsen