Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Starvsfólkarættindi og -trivnaður

2020-11-03 10:16

Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið fyri at ymsu stovnarnir og tænasturnar í kommununi skulu virka optimalt. At tey trívast, kenna seg vird og verða rætt lønt er avgerandi fyri, um tey tíma og vilja arbeiða hjá Tórshavnar kommunu. Teirra rættindi sum starvsfólk eru ásett í lógum og í sáttmálanum, sum avvarðandi fakfelag fær samrátt seg til. Ov ofta kemur tað tó fyri, at starvsfólk noyðast at venda sær til fakfelagið, tí tey kenna seg at vera fyri órætti, og meta ikki at arbeiðsgevarin livir upp til sáttmálaásetingarnar. Sum fakfelagspolitikari í 11 ár havi eg sæð hvussu lættliga stríð kann taka seg upp, tá arbeiðsgevarin ikki gevur lógum og reglum gætur, og starvsfólkini tí verða illa viðfarin.

Tað er ein stór ábyrgd hjá arbeiðsgevaranum at syrgja fyri, at øll vera viðfarin rættvíst eftir galdandi lógum og reglum. Tann ábyrgdin liggur sjálvandi eisini á býráðspolitikaranum, og ikki bara hjá leiðara og millumleiðara. Tað skal vera ein sjálvsagdur rættur hjá øllum starvsfólkum at kunna fara til býráðspolitikaran, um trupulleikar stinga seg upp í starvsviðurskiftunum. Mál skulu ikki kunna súltast í systeminum.

Sum fyrrverandi fakfelagspolitikari havi eg størstu virðing fyri sáttmálaásetingum og vil altíð fylgja teimum. Eg kenni sera væl til hvussu samráðingar verða førdar, og hvar lógir og reglar hava at siga fyri starvsfólk og teirra starvsrættindi.

Um tú ynskir ein býráðspolitikara við drúgvum royndum innan fakfelagspolitikk, og sum hevur hjarta fyri starvsfólkunum, so er at seta X við meg.


Niels á Reynatúgvu, valevni til býráðsvalið fyri Javnaðarflokkin