Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Starvsfelagið: Fíggjarmálaráðið leggur upp til stríð um yvirtøkur

2021-03-25 11:23

Starvsfólk á Familjufyrisitingini verða hótt við uppsøgn, um tey ikki góðtaka uppskot frá arbeiðsgevaranum um nýggja setan, eftir at tey vórðu yvirtikin í 2018. Semingsmaðurin, við ráðgeving frá Vinnumálaráðnum, sigur seg ikki hava heimild til at finna semju í málinum, og tí hevur Starvsfelagið nú lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við kravi um, at Fíggjarmálaráðið viðurkennir, at Semingsstovnurin er kompetentur at royna semju

Starvsfelagið hevur avgjørt at leggja trætu fyri Fasta Gerðarrætt. Orsøkin er, at Familjufyrisitingin fyri nøkrum døgum síðani sendi starvsfólkunum ætlanarskriv um broytt lønar- og setanarviðurskiftir eftir boðum frá Fíggjarmálaráðnum. Starvsfólkini hava fingið tvinnanda kostir í at velja: antin at góðtaka at fara fleiri túsund krónur niður í løn um mánaðin ella at verða uppsøgd.

Yvirtøkan og samráðingarrætturin
Málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur varð yvirtikin frá ríkismyndugleikunum í 2018, og uppgávurnar eru lagdar í Familjufyrisitingina. Við í yvirtøkuni fylgdu starvsfólkini, sum hava umsitið hetta málsøkið hjá Ríkisumboðnum, og hava tey hildið fram eftir donsku sáttmálunum eftir yvirtøkuna til hesir ganga út 1. apríl 2021. Starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava øðrvísi lønar- og setanarkor enn tey starvsfólk, sum starvast í tilsvarandi øki undir heimastýrinum – talan er til dømis um styttri arbeiðsviku, serlig ískoyti og bonus-skipanir.

Starvsfólk, sum verða yvirtikin frá statinum, hava fullan rætt til at samráðast um síni lønar- og setanarkor í frælsum samráðingum gjøgnum fakfelag sítt. Hesi rættindi eru staðfest í løgtingslóg nr. 81 frá 2005 um rættindi løntakaranna í sambandi við at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum og í meginregluni í starvsmannalógini, § 9, stk. 2.

Samráðingarnar úrtslitaleysar
Starvsfelagið hevur seinastu mánaðirnar samráðst vegna starvsfólkini við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um teirra lønar- og sáttmálaviðurskifti, men samráðingarnar millum partarnar hava ikki borið á mál.

Starvsfelagið metir, at Lønardeildin við at nýta leiðslurættin, skerjir rættin til veruligar samráðingar, tí í staðin fyri frælsar samráðingar, verður talan tá bert um, at Fíggjarmálaráðið einsæris trýstir sín vilja ígjøgnum. Hetta halda vit ikki er ætlanin við leiðslurættinum, og grundleggjandi rættindini hjá starvsfólkunum til frælsar samráðingar verða tá í roynd og veru sett til viks. Tískil er einasta rímiliga loysnin, at partarnir setast við borðið saman við einum triðjaparti, Semingsstovninum, og royna at finna eina loysn á trætuni saman.

Lønarmissur og reallønarlækking
Lønardeildin hevur avgjørt at flokka starvsfólkini inn í verandi sáttmála við einari persónligari viðbót, sum tó ikki útlíknar lønarmunin til verandi løn. Eitt nú hækkar arbeiðsvikan 2 tímar, uttan lønarkompensasjón, starvsfólkini fáa bert lutvíst endurgoldið tær viðbøtur, tey hava rætt til í dag, og harafturat er ætlanin, at persónliga viðbótin skal mótroknast í komandi lønarhækkingum. Lønin skal fastfrystast, soleiðis at starvsfólkini komandi árini eisini fara at vera fyri einari reallønarlækking.

Fasti Gerðarrættur skal avgera heimild
Starvsfelagið legði ósemjuna fyri Semingsstovnin, men hetta mótmælti Lønardeildin við kravi um, at Semingsstovnurin vísti málið frá sær. Semingsstovnurin valdi, við løgfrøðiligari ráðgeving frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, ikki at koma uppí málið orsakað av, at hann ikki metir seg hava neyðugu heimildir til at finna semju í trætuni millum Lønardeildina og Starvsfelagið. Hetta metir Starvsfelagið ikki er rætt, og hevur tí lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt, sum nú skal taka støðu til, um Semingsstovnurin kann viðgera málið millum Lønardeildina og Starvsfelagið, umboðandi starvsfólkini í Familjufyrisitingini.

Brostnar vónir og væntanir
Tá yvirtøkutilgongdin varð sett í gongd, vistu starvsfólkini á Familjufyrisitingini, at tað var munur á starvssetanum hjá ríkinum og hjá Føroya Landsstýri. Men áðrenn málsøkið varð yvirtikið, fingu starvsfólkini eina grundaða væntan um, at tey ikki fóru at fáa verri lønar- og setanartreytir eftir yvirtøkuna. Henda fatanin samsvarar eisini við viðmerkingarnar í løgtingslóg nr. 81 frá 2005 um, at starvsfólk skulu verða tryggjað góðar treytir í sambandi við yvirtøkur. Nú fáa starvsfólkini so at vita, at um tey ikki góðtaka at fara fleiri túsund krónur niður í løn um mánaðin, verða tey søgd úr starvi.

Starvsfólkini hava lagt eitt stórt arbeiði í at fáa yvirtøkuna av familjurættinum at eydnast væl, og um henda serliga vitan, sum starvsfólkini liggja inni við, fer fyri skeytið, verður tað ein stórur smeitur fyri føroyska samfelagið, at fortreytin fyri einum vælvirkandi stovni hvørvur.

Óneyðugt stríð um yvirtøkur
Starvsfelagið heldur, at tað er ikki rætt, at setanartreytirnar hjá starvsfólki versna so nógv eftir eina yvirtøku. Fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt eftir danska sáttmálanum í mong ár og hava innrættað sín gerandisdag eftir starvsviðurskiftunum hjá ríkismyndugleikunum. Tey hava ikki sjálvi valt at verða yvirtikin, men eru partur av einari politiskari avgerð. Starvsfelagið heldur, at um økir skulu yvirtakast, má landið rinda tað, tað kostar – eisini starvsfólkakostnaðin.

Samanumtikið leggur Fíggjarmálaráðið upp til óneyðugt stríð um yvirtøkur við at royna at trumfa sína avgerð ígjøgum, uttan at Semingsstovnurin hevur havt møguleika at royna semju. Leiðslurættur er kjarnuhugtak í arbeiðsrætti, men tað hevur ongantíð verið ætlanin at leiðslurættur skuldi vera brúktur á henda hátt.

Starvsfelagið vónar, at ein loysn verður funnin, sum partarnir kunnu verða samdir um og sum verður gjørd við virðing fyri starvsfólkunum, sum landið hevur yvirtikið frá ríkinum.

Starvsfelagið