Spurningur til Johan Dahl
2021-12-13 13:47
Jóhan sigur á vp.fo, soleiðis:
“Tað er ikki í ordan at teir persónar í samgonguflokkunum, sum ganga inn fyri einum konservativum leisti, og sum í veruleikanum taka várharra inn á løgting, sleppa at stýra eftir heilagu skriftini”
Eg spyrji:
Hví kunnu persónar ikki taka vár Harra inn á løgting, og við Honum stýra eftir Heilagu Skriftini, tá tú og onnur við tær taka djevulin við inn á løgting og stýra eftir hansara leisti? Er tað ikki javnrættindi tit hava rópt so nógv upp um?
Birgir Jakobsen