Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Spælipláss hægri raðfesting og atkoma hjá børnum við rørslutarni skal tryggajst

2020-10-27 20:17


Tórshavnar kommunu hevur tey seinastu árni havt eina skipan, har eigarafeløg og grannaløg kunnu søkja sum stuðul til spælipláss. Hetta er ein skipan, sum hevur riggað øgiliga væl. Tó má ásannast, at har eldri eigarafeløg og grannaløg eru skift út við yngri barnafamiljur, hevur tørvurin verið størri at gjørt íløgur í spæliplássini enn tann vanliga upphæddin, sum kommunan letur.

Tí er avgerð tikin um at seta 2 mió. av til  hesi nýggju eigarafeløgini og grannaløgini, so tey  hava fíggjarligt rásarum at gera tær neyðugu ábøturnar  á og nýíløgurnar í spæliplássini. Fyri at skapa trivnað og hugna er alneyðugt, at kommunan harumframt ger fleiri almenn spælipláss kring alla kommununa.

 Síðst men ikki minst skulu vit tryggja atkomu í breiðastu merking á øllum okkara spæliplássum, so børn í eitt nú  koyristóli ella sum eru rørslutarnaði hava trygga og góða atkomu til spæliplássini.  Tórshavnar kommuna, sum í løtuni hevur størsta barnavøkstur í landinum, ein vøkstur á 14 % í ár tey síðastu 4 árini, skal vera ein barnavinarlig  kommuna í breiðastu merking.

Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið