
SPÆLIHØLL TIL BØRNINI
2020-11-01 10:57
Tilboðið beint nú: Virknishøllin í Finsen
Nýtt tilboð kann skapast í 2021 í Nr.2 frystihøll í Bacalao
Endalig/framtíðar loysnin: í Gundadali
Barnafamiljurnar eru glaðar fyri mongu tilboðini til børn í kommununi. Grasagarður, spæliplássini í barnagørðunum, svimjihylurin, høllirnar í Bacalao til klintring, skating, súkkling og rulluskoytur - øll hesi spælipláss, úti og inni, verða nógv brúkt av barnafamiljum. Og virknishøllin í Finsen kann leigast fyri 200 kr/t, ( www.itrott.fo) har tilber at halda barnaføðingardag ella leiga seg inn fyri at spæla við børnum.
Men eg skilji væl ynskini hjá foreldrum um at fáa eina veruliga innandura spælihøll, sum man kennir frá útlondum, har nógvir møguleikar eru fyri mennandi spæli og kropsligum avbjóðingum. Tí er ongini ivi um, at høvuðsstaðurin skal hava eina spælihøll.
Mest upplagda stað til slíka spælihøll er í Gundadali, tí har eru útiumstøðurnar frammanundan so framúr. Tað kundi verið í ella uppat Badmintonhøllini onkursvegna, ella at bygt varð millum B36 og HB húsið í Gundadali. Umráðandi er at talan er um høll, ið er serliga ætlað børnum og ungum. Har kundi verið frítíðarskúli og ungdómstilboð hjá miðbýarbørnum um dagin - har rørsla, ítróttur og spæl er í miðdeplinum og so kann tað vera spælitilboð í vikuskiftum og í feriunum.
Tað er tó trongt og mong áhugamál í Gundadali, og tí kundi ein skjótari og lættari loysn verið at byrja í frystihøllini á Bacalao, við síðuna av høllunum, ið hýsa klintring og skating. Har er longu eitt umhvørvi til børn og ung, sum rokast innandura við at klintra, skata, rulluskoyta og súkkla og tí liggur tað beint við at víðka hetta innandura spælipláss til ein breiðari hóp og til tey minnu børnini.
Fái eg møguleikan fari eg at arbeiða víðari við at skapa góðar umstøður hjá barnafamiljunum í høvuðsstaðnum.
Gunvør Balle, valevni hjá Tjóðveldi