Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eitt hjarta í heildini

2020-10-31 16:32

Eitt hjarta í heildini

Vit skulu stremba eftir at fáa ein betri sosialan vanga, til gagns fyri borgarin.
Vága Kommuna hevur borgarar í øllum stættum.

Ongin skal ganga heimleysur. Vit skulu royna at hjálpa, og at finna loysnir, tá ið á stendur, og lívskreppur koma fyri.

Samstundis skal Vága Kommuna bjóða ymsa hjálp, ið kann lætta um gerandisdagin hjá tí, sum hevur avbjóðingar í lívinum.

Vága Kommuna skal verða ein aktivur partur av gerandisdegnum.

Vágakommuna skal vera ein demens vinarlig eind.
Atkomuligheitin hjá teimum, sum eitt nú nýta koyristól og onnur hjálpartól, má raðfestast hægri. Í nógv størri mun skal atlit takast til hettar í kommunalum bygningum og byggi-verkætlanum.
Tað má vera minstakrav, at allir bygningar og tænastur, ið kommunan veitir, er tillagað allar borgarar.

Eingin skal vera útihýstur, orsakað av avbjóðingar, men øll skulu sleppa inn at nýta tilboðini, ið kommunan veitir í síni heild.
Eitt dømi kundi verið deyvatulkur. Deyvatulkur skal vera til staðar, um tað er almennur fundur, har tað kunnu vera mál, sum hava áhuga fyri eitt nú tunghoyrdum.

Vága Kommuna skal í stuttum rúma øllum borgarum og vitjandi - óansæð kor ella førleikar.

Eitt hjarta í heildini.

X við Jóan Magnus Magnusson

Framtíðarlistin í Vága Kommunu - Ein nýggj byrjan