Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Soleiðis lækka vit blokkin – og menna Fullveldi Føroyar!

2021-08-09 13:45

Tey fýra prinsippini viðvíkjandi føroyskum fullveldi

Allur politikkur viðvíkjandi tí føroyska fullveldinum, skal verða bygdur á hesi fýra prinsippir:

  1. Í Føroyum skulu føroyingar ráða!
  2. Føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum!
  3. Allur avgerðarrættur liggur hjá Føroya fólki!
  4. Og tað eru bert vit føroyingar, sum hava ábyrgdina av hesum landi!

Hesi fýra prinsippini skulu galda fyri allan fullveldis- og tjóðskaparpolitikk, sum verður førdur, og mugu hesi fýra prinisppini eisini síggjast aftur í lógarverki og gerðum, hvat viðvíkur føroysku tjóðini.

Vit vita eisini, at tá vit krevja vald, so fáa vit ábyrgd, og tá vit átaka okkum ábyrgd, tá fáa vit vald.

Eisini hetta ger seg galdandi innan búskap og búskaparpolitikki.

Vit eiga hetta landi, um vit vilja tað ella ei, tískil eru tað bert vit føroyingar, sum kunnu skapa munagóða framgongd í Føroyum.

Ongin kemur at geva okkum nakað her í verðini; bert við at taka okkum sjálvi í álvara og taka ábyrgd, kunnu vit seta okkara dám á, hvussu framtíðin skal síggja út her í Føroyum.

Hví tað er umráðandi at blokkurin lækkar
Í londum, sum mennast og trívast, rindar miðstættin skatt, og afturfyri fær miðstættin vissuna um, at landsins stýrið stendur henni til svars.

Stuðul uttanífrá hevur tað avleiðing, at kortslutningur kemur ímillum borgarar landsins og stjórn landsins. Av tí at stýrið ikki er noytt at fara til borgararnar at fíggja sínar útreiðslur, so skyldar stýrið teimum onki.

Tískil er tað ein spurningur um álit.

Ein spurningur um álit á okkum sjálvi, og álit á Føroyum!

Tann sosiali kapitalurin er tað ósjónliga límið, ið bindur alt saman í landinum. Tað bindur fyritøkur eins og tað politiska lívið saman, og er hetta sjálvur kjarnin fyri framburði hjá einum og hvørjum landi. Sum sagt, tað snýr seg um álit á okkum sjálvi, og um okkara sjálvsmenning sum tjóð.

Stuðul uttanifrá styrkir ikki tann sosiala kapitalin. Stuðulin ger hann beinleiðis veikari. At fáa stuðul uttanifrá stimbrar eisini lyndið at fáa vinning uttan avrik, og tekur burtur trýstið at bøta um óvirknar mannagongdir og stovnar.

Í teimum londum, sum eru mest heft at stuðli, heldur tann sosiali kapitalurin fram at vera veikur, og londini halda áfram at vera fátøk.

Men alt hetta kann steðga, og svarið er sera einfalt!

Føroya søga hevur víst, at øll framgongd her á Føroya landi er komin, tí føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Hetta merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar hetta eisini framgongd í Føroyum.

Soleiðis lækka vit ríkisveitingina!
Ein sjálvberandi búskapur merkir, at vit føroyingar sjálvir rinda allar samfelagsútreiðslur, bæði til privata og til almenna nýtslu, og allar íløgur. Men fyri tey flestu liggur tað eisini í hugmyndini av einum sjálvberandi búskapi, at inntøkustøðið er á einum rímiligum støði.

So fyri at tryggja, at inntøkustøðið og harvið eisini vælferðarstøðið er á einum rímiligum støði, so lækka vit ríkisveitingina á hendan hátt:

Eitt lógaruppskot, sum áður hevur verið lagt fram á Føroya Løgtingið, snýr seg um at vit gera eina skiftisskipan, soleiðis at vit útslúsa ríkisveitingina eftir nøkrum fáum áramálum.

Í stuttum snýr hendan skiftisskipan seg um, at vit tengja inntøkuvøkstur landsins og útslúsing av ríkisveitingini saman.

Hetta merkir, at so hvørt inntøkur landsins vaksa, so fer 50% av inntøkuvøkstrinum til at útslúsa, og harvið minka, ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina.

Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir ávísum áramáli.

Tíðarskeiðið er tengt at inntøkuvøkstur landsins, men við einari slíkari skiftisskipan verður tað leysliga mett, at fíggjarlóg landsins verður óheft av donsku ríkisveitingini eftir 8-12 árum.

Hetta lógaruppskot hevur fleiri ferðir verið lagt fram, og, eftir mínum tykki, er hetta besta boð uppá eina breiða semju, og hvussu vit lækka ríkisveitingina.

Tað er ongantíð ov seint at taka ábyrgd!
Vit avgerða sjálvi, hvør hugburður okkara er!

Hetta skulu vit sum føroyingar altíð minnast til!

Við viti og skili og dirvi, hava vit føroyingar ofta loyst trupulleikar, sum hava verið hildnir at verið óloysiligir – vit hava megna avbjóðingina - og endurtekur hetta tankamynstrið seg til tíðir umaftur og umaftur.

Føroya søga vísir okkum, at øll framgongd í Føroyum er komin, tí at føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Hetta merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar tað framgongd. Bæði fyri okkum sjálvi, og komandi ættarliðum.

Eitt mál, ið sigur, at vit eiga avgerðina, og at vit eiga ábyrgdina av hesum landi, eru eisini mál, sum í roynd og veru kunnu náast.

Hetta mál er ikki grundað á nakra kollvelting, men er ein áhaldandi menning í stovnanini av føroyska fullveldinum, og okkara sjálvsmenning sum Fullveldisríki.

Har finst eitt afrikanskt orðatak viðvíkjandi at planta eitt træ.

Orðatakið sigur, at besta avgerðin at planta eitt træ var fyri tjúgu árum síðani. Næstbesta avgerðin at planta eitt træ er í dag.

Tískil er tað ongantíð ov seint at taka ábyrgd; tað er ongantíð ov seint at skapa menning í egnum landi!

Latum okkum tískil taka ábyrgd av egnum landi, og skapa framgongd!

Bert vit eiga avgerðina, ongin annar!

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

Øssur Patursson