Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sofus Hansen (Halleluja Sofus) hevur fatur á tí rætta endanum

2020-11-02 12:33

Sofus Hansen ætlar sær at arbeiða fyri at finna pláss til húsvagnar, eins og kommunur gera til smábátar.

Arnhold Fjallstein hevur í fleiri ár (uml. 15), verið regluliga inni á skrivstovuni hjá Tórshavnar Kommunu fyri at fáa eitt pláss til húsvagnar í Tórshavnar Kommunu, men einki er hent enn.

Í Tórshavnar kommunu verður í hesum døgum bygt ein stór smábátahavn til frítíðar- og gardinbátar.

Skilji ikki, hví tað skal vera so stórur munur á einum báti og húsvagni/bili, bæði verða brúkt til frítíðar ítriv.

Hetta er akkurát tað sama, sum gongur fyri seg á ítróttar- og frítíðarøkinum annars, har ein partur fær alt, og hin fær einki.

Mín áheitan til øll, sum stilla upp til bý- og bygdaráð í Føroyum, er at hava hendan partin, sum eitur húsvagnapláss við eisini.

Tað eru fleiri enn 600 húsvagnar/bilar í Føroyum nú. Tað eru bara á trimum kampingplássum í øllum Føroyum, har tey kunna veita vetrarkamping og tað eru bara pláss fyri uml. 150 – 200 vagnum íalt.

Sunda Kommuna hevur loyst uppgávuna á ein fyrimyndarligan hátt. Har var eitt pláss, sum húsvagnar kundu setast trygt á, eftir fyriskrift frá tryggingarfeløgunum. Síðani hava tey gjørt tað til eitt kampingpláss, so fólk kunnu brúka tað bæði summar og vetur. Um summarið verður tað brúkt, sum eitt vanligt kampingpláss, har húsvagnar/-bilar kunnu koma og fara, og um veturin kann mann leiga eitt fast pláss frá september til apríl, kampisturin kann so brúka tað um veturin eisini, um áhugi er í tí.

Um kommunan ikki ynskir at umsita plássið sjálv, so kann hon leiga økið út til privat at reka.

Vinaliga hugsi ikki bara um bátarnar og ítróttin, men eisini um okkum, sum hava annan áhuga.

Vinaliga
Ivan Skorheim,
formaður í Camping.fo