Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Smátt men gott!

2020-11-08 22:03

Ein loysn á bústaðartrotinum hjá teimum lesandi er at kommunan heldur á við at byggja sonevndar studioíbúðir, eins og gjørt er í Finsen. Hetta eru smærri íbúðir, sum væl klára at hýsa einstaklingum og pørum við ongum børnum, ta avmarkaðu tíðina meðan lesturin fer fram.

Í Finsen eru 20 1-rúms íbúðir, sum eru umleið 30 fermetrar. Møguleikar eru at byggja fleiri lestraríbúðir afturat í hjartanum í Havn. Kommunan eigur at raðfesta, at í minsta lagi 50 smærri lestraríbúðir, o.u. 30 fermetrar til støddar, verða bygdar afturat í miðbýnum.

Aðrar lestraríbúðir, ið eru størri og eisini kunnu hýsa barnafamiljum, eiga samstundis at verða raðfestar á nýggja kampus á Debesartrøð og Frælsinum ella har nærindis.

Skulu vit miðvíst arbeiða fyri at menna eitt áhugavert og spennandi lestrarumhvørvi í Havn, mugu vit eisini hugsa um tey ungu, tey sum júst eru liðug við miðnám, ella hava arbeitt eitt ella tvey ár, og síðan velja at fara lestrarleiðina. Tað er tí umráðandi at útvega teimum hóskandi meðan tey lesa.

Fróðskaparsetrið skal bjóða ungdóminum dygdagóðar og fjølbroyttar hægri útbúgvingar, og umráðandi er, at so nógv ung sum gjørligt taka av hesum møguleika. Tí mugu bústaðarviðurskiftini ikki vera ein forðing hjá teimum at velja lestur á Fróðskaparsetrinum.

Tey ungu eru tey, sum hava bestu umstøður og møguleikar at tryggja eitt gott og mennandi lestrarumhvørvi. Tey eru leys og hava ikki somu familju- og fíggjarskyldur, sum fleiri av teimum tilkomnu lesandi ofta hava. Tí skulu vit bjóða lesandi ungdóminum góðar, tíðarhóskandi og bíligar íbúðir. Til ber at byggja vanligar bústaðir í Føroyum í dag fyri undir 15.000 kr. fyri fermeturin. Verður sami leistur nýttur til at byggja studioíbúðir við køki, gong, bað og wc, umframt kamar/stovu, kann leigan vera uml. 3.000 kr. um mánaðin, íroknað el og hita. Hetta er eisini á leið sama leiga sum í Finsen.

Kynstrið er at áseta fermetraprísin sum tað fyrsta, tá farið verður undir at fyrireika byggingina, og síðan arbeiða út frá tí. Avtala verður gjørd við byggifyritøku at útgreina, hvat fæst fyri pengarnar. Gongur roknistykkið upp, og byggitøkniligu treytirnar eru uppfyltar, so ber til at fáa ein arkitekt at tekna íbúðirnar, sum skulu halda seg á nevnda kostnaðarstigi.

Umráðandi er, at íbúðirnar liggja miðskeiðis í miðbýnum, tí tað vil skapa meira lív og trivnað í miðbýin.

John Dalsgarð, valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið

Sí grein um Havnina sum universitetsbý:

https://tanndeiligahavn.fo/seinasta/havnin-sum-universitetsbyur/