Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skulu barnagarðar bjóða mat til børnini?

2020-10-23 11:27

Eg havi arbeitt sum kokkur í barnagarði í Keypmannahavn og sum kokkur gjørdi eg mat til 4 stovur, eini 60 barnagarðs børn, 5 dagar um vikuna.


Hurðin til køkin var næstan altíð opin, so børnini kundi koma inn og spyrja um alskins ting, sum børn nú gera. Dentur var lagdur á, at maturin var 80% vistfrøðiligur og fjølbroyttur. Fyrsta dagin eg byrjaði, fekk eg eina bók sum fortaldi mær hvørji børn í barnagarðinum høvdu ovurviðkvæmi, ella vóru muslimar/hindu/vegetarar.

 

Tað fyrsta eg hugsaði var at "Ná, men eg lati bara vera við at gera nakað við svínakjøti, so er tað deiliga nemt". Tað bleiv eg mæltur frá at gera, tí í barnagarðinum, vildu tey tosa um matin og um hví Sherin ella Mohammed fingu eitt annað slag av frikadellum, ella hví Oskar fekk vegetar kjótsós. Maturin bleiv ein partur av læruni og at skilja og virða, at vit øll eru ymisk.

 

Sum foreldur slapp tú frá at smyrja matpakka og tú slapp frá at stúra fyri, um títt barn fekk nokk við av mati, ella um matpakkin var nóg forvitnisligur og stimbrandi.

 

Í stórbýum koma foreldur og børn frá sera ymiskum mentanum og umhvørvum. Nøkur foreldur áttu hús, meðan onnur búðu fleiri í einari íbúð við fleiri børnum. Tað góða við einum mat tilboði, er at tað ikki ger mun á sosialu støðuna hjá børnunum.

 

Vit mugu minnast til, at øll í Tórshavnar kommunu ikki eru líka væl fyri fíggjarliga, og ikki hava yvurskot til at veita ein sunnan, og góðan matpakka hvønn dag.

 

Eg meini, at Tórshavnar kommuna skal vísa avlopsmegi, bæði fíggjarliga og í hjartanum, at veita hesa tænastu til børn og foreldur, so øll børn í Tórshavnar kommunu fáa bestu byrjanina uppá lívið.

 

Michael A.C. Johannesen

Býráðsvalevni í Havn