Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Skattalætti er besti hjálparpakkin

2022-06-09 05:36

Skattalætti er dupultur pakki. Tað gevur fólki meira og ger at tað loysir seg at arbeiða.

Far heldur heim enn at arbeiða meira

Við flatskattinum í 2012 loysti tað seg aftur at arbeiða í Føroyum. Men undanfarna samgonga broytti skattastigan og nú hoyrist oftari frá fólki, at tað loysir seg ikki at arbeiða og als ikki at arbeiða meira.

Arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi, samstundis sum skattaskipanin biður fólki um at fara til hús, tí ein fær einki burtur úr at gera eitt hál.

Skattalætti er tvífalda hjálp

Høgi prísvøksturin í dag leggur stórt trýst á húsarhaldini. Tosað hevur verið um ein hjálparpakka, har fólk fáa eina útgjalding. Vit kenna tað helst øll: Tað sum kemur lætt, fer lætt. Tí er tað ikki rætta loysnin.

Ein skattalætti er tvífalda hjálp. Peningur alt fyri eitt umframt at tað fer at loysa seg at gera eitt hál. Hálið er sjálvhjálp, men eisini hjálp til onnur.

Samgonguskjalið hjá sitandi samgongu sigur: “Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, men at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.”

Tíðin er nú komin at halda aftur

Fyrstu árini hjá sitandi samgongu er inntøkuvøksturin hjá landskassanum brúktur til m.a. at betra vælferðartænasturnar, betra umstøður hjá pensjónistum, lærlingum o.s.fr.

Tí eru útreiðslurnar hækkaðar nógv og Búskaparráðið ávarar nú um ov stóran útreiðsluvøkstur.

Nú er tíðin komin til at halda aftur í útreiðsluvøkstri og gjøgnumføra ein munagóðan skattalætta beinanvegin. Ein lætta har tað aftur fer at loysa seg at arbeiða.

Jørgen Niclasen,
tingmaður