Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Skapa góð minnir fyri okkara børn og ung !

2020-10-22 07:51

Børn og ung og barnafamiljur eru týðandi grundarlag undir framtíðini her á staðnum – á sama hátt sum ein javnt góð samanseting av ymiskum aldurbólkum og báðum kynum hevur týdning fyri trivnaði í nærumhvørvinum.

Norðurlendsk kanning, sum eisini fevndi um Føroyar, vísti í 2010, at um tú hevur góð minnir frá barna- og ungdómsárunum, so er størri sannlíkindi fyri at tú flytur aftur til staðið, har tú er vaksin upp.

Tað er eisini við hesum í huga, at Vágs kommuna seinastu árini miðvíst hevur arbeitt við átøkum, sum skulu tryggja, at barna- og ungdómsárini í nærumhvørvinum skulu verða so góð sum tilber.

Málið er, at øll skulu hava góð minnir frá barna- og ungdómsárunum í Vágs kommunu.

Hetta er eisini orsøkin til, at Vágs kommuna hevur valt at hava hægstu normering í landinum, tá tað kemur til dagstovnaøkið – ynski er jú, at tænastan til børn og barnafamiljurnar skal verða so góð sum tilber. Komandi árini skal eisini styrkjast um tilboð og tænastuna á dagstovnaøkinum, samstundis sum kringumstøðurnar verða betraðar.

Ungdómshúsið varð eisini sett á stovn av somu orsøk – og er við Ungdómshúsinum skapt eitt framúr gott tilboð til okkara børn og ungu, sum stórtrívast saman við dugnaligu starvsfólkunum í Ungdómshúsinum. Næsta stig verður at nýgera spæliplássið í miðbýnum, so tað kann gerast eitt savningarstað fyri okkum øll – ikki minst fyri børn og ung.

Megnar arbeiðið, sum sjálvboðin gera í ítróttar- og frítíðarfeløgum, er ein av krumtappunum í frítíðarlívinum hjá okkara børnum og ungu – og sjálvandi skal kommunan stuðla ítróttar- og frítíðarfeløgum og virka fyri, at karmarnir eru so góðir sum tilber.

Øll eru tó ikki til ítrótt, tí hevur tað eisini havt týdning, at onnur frítíðartilboð eru skipaði – og hevur kommunan av somu orsøk millum annað valt at uppraðfesta undirvísing í tónleiki og sangi og sett á stovn Musikkskúlan í Vági. -Og tað er eisini sjón fyri søgn, at áhugin fyri at spæla ymisk ljóðførir veksur í hvørjum, og nýggir næmingar, antin sum einstaklingar ella í bólki, leggjast alsamt afturat Musikkskúlanum í Vági.

Skulu trívast saman sum einstaklingar, pør og familjur

Eitt eru tilboðini, sum eru skipaði í kommunalum høpi ella av ítróttar- og frítíðarfeløgum, men tað hevur eisini stóran týdning, at tað eru umstøður soleiðis at okur kunnu trívast saman, antin tað er sum einstaklingar, pør ella familjur.

Seinastu árini er gjørd ein miðvís uppraðfesting í at skapa góðar umstøður kring um í kommununi, so okur kunnu njóta løturnar sjálvi ella saman við okkara kæru.

Spælipláss eru gjørd, nýggjar gøtur eru gjørdar, borð og benkur eru sett upp, økir eru fríðkaði – og sjálvandi skulu okur halda áfram at gera fleiri “frípláss” í kommununi, har okur kunnu leita okkum fríløtur eftir loknan arbeiðsdag ella eftir eina strævna arbeiðsviku og njóta løturnar.

Búgva á fantastiskum stað

Okur búgva á einum fantastiskum stað, saman við góðum fólki, umgyrd av vakrari náttúru, við hópin av frítíðar- og trivnaðartilboðum í nærumhvørvinum – tað sum nógv droyma um, er fyri okkum gerandiskostur – og okur kunnu øll verða partur av framhaldandi at menna góð tilboð og tænastur til okkum øll.


Dennis Holm, borgarstjóri og valevni á Lista E