Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjúkrarøktarfrøðingar skulu hava eina góða løn

2020-10-25 16:28

Vit vóru so errin av sjúkrarøktarfrøðingunum í vár, - men tøkkin tey fáa er null prosent. Tað kann ikki vera rætt.

Sjúkrarøktarfrøðingar hava ábyrgd av mannalívum. Tí er tað eisini vandamikið, tá tær fara í verkfall. Men verkfall er einasta vápn, ið sjúkrarøktarfrøðingar hava, um tey skulu fáa meira í løn.

Vit vóru øll so errin av teimum í vár, tí tey stóðu á odda í koronustøðuni. Herklappini, ið sjúkrarøktarfrøðingar fingu, vóru nógv. Men tað ber ikki til at forsyrgja einari familju við einum herðaklappi.

Vit eiga at vísa teimum, at vit framvegis eru errin av teimum, og tí skulu sjúkrarøktarfrøðingar hava eina góða løn.

Beinta Løwe, tingkvinna, Tjóðveldi