Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Sjósavnið skal gerast ein Sjóupplivingardepil

2020-10-21 15:49

Sjósavnið er fantastiskt, og her fært tú altíð eina góða løtu saman við børnunum millum krabbar, fiskar og onnur sjódjór.

Eldsálir hava bygt eitt gott tilboð upp frá grundini, sum nú er nakað av tí besta, høvuðsstaðurin hevur at bjóða børnum. 


Tíðin er komin til at víðka um Sjósavnið. 


Kommunan skal traðka til og veruliga menna hesa perluna til ein sjóupplivingardepil til enn meira gleði og gagn hjá børnum, barnafamiljum, barnagørðum og skúlum.


Ítøkiliga skal verandi bygningur byggjast út, so fermetrarnir verða fleiri, og ein veruligur upplivingardepil gerst veruleiki við tí, sum livir í sjónum kring okkum.


Kommunan eigur lendið, og nú skal peningur brúkast til at rúma stórum kørum við eitt nú hemara og kalva. Góðar umstøður skulu eisini gerast til bankatosk og annað lív í sjónum.


Stívliga 10.000 vitjandi eru longu á hvørjum ári. Ein nýggjur spennandi Sjóupplivingardepil fer at draga nógv fleiri vitjandi til sín.


Vit síggja dagliga, hvussu nógv børnini hugna sær á Sjósavninum og læra um tað, sum vit liva mitt í - sjónum. 


Føroyar eru 99% sjógvur, og tí er tað SERA umráðandi, at børnini læra um tað, sum er rundan um okkum og um alt tað, sum havið gevur okkum.

Sjósavnið skal framhaldandi vera ein grunnur, men grunninum tørvar fígging til at bjóða børnum og barnafamiljum ein veruligan sjóupplivingardepil. Hetta eru væl útgivnir pengar til trivnaðin hjá okkum øllum.


Eg fari at arbeiða fyri at seta 15 mió. kr. av til sjóupplivingardepilin. Henda upphæddin røkkur til ein stóran part av verkætlanini, men Landið eigur eisini at játta somu upphædd til sjóupplivingardepilin í høvuðsstaðnum. 


Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott. 


Høgni S. Reistrup

Býráðsvalevni í Havn