Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Sjónligari politi í lokalumhvørvinum

2022-03-21 15:19
Nýggja heildarætlanin um rúsevnismisnýtslu leggur stóran dent á fyribyrging og góðan trivnað hjá børnum og ungum. Tað er gott. Hetta fer at hjálpa í longdini. Men tað er ikki nakað nýtt – tað vistu vit frammanundan.

Vit standa við einum stórum trupulleika her og nú. Eg sakni, at politiið verður sjónligari. At TAKS verður sjónligari. Vit kunnu røkka langt við uppbyggjandi boðskapinum, men tað er eisini neyðugt at hava politi á staðnum umframt eftirlit.

Tað var ikki neyðugt hjá løgmanni at gera eina stóra heildarætlan um góðan trivnað og fyribyrging. Tað er alt for óítøkiligt og veikt.

Nýggja heildarætlanin broytir lítið og einki fyri tey, sum beint nú stríðast við rúsevnismisnýtslu hvønn dag. Hon hjálpir heldur ikki øllum avvarðandi, sum eru ávirkað av tí. Vit mugu hava sjónligari politi í lokaløkjum, har kriminalitetur av hesum slagnum fer fram.

Vit eiga eisini at geva fíggjarligan stuðul til TAKS, so starvsfólkini hava størri orku at røkja eftirlitsuppgávurnar. Tá meini eg við at steðga innflutninginum av rúsevnum til Føroya.

Fyribyrging og trivnaður føra okkum langt í framtíðini. Men beint nú er trupulleikin her, og tí mugu vit hava politimyndugleikan og eftirlitið við á staðnum, har kriminaliteturin fer fram.

Djóni Nolsøe Joensen,
løgtingsmaður