Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Sjálvboðið arbeiði á bygd -og hvat so?

2020-11-02 14:13

 Vit skula byggja eina Kommunu. -Heimsins bestu kommunu.

Og heimsins besta kommuna gongur ikki uppí, um onkur býráðslimur er virkin í ítróttarfelagi á bygd, ella ei.

Vit skula skapa trivnað, stimbra vinnulívið og menna býin. Lat tað vera fokus.

Flest allir borgarir í Tórshavn eru tilflytarir. Í 1901 vóru einans 1.840 fólk í Tórshavn/argir/Hoyvík, ið bert er ein góð tvífalding frá 1801. 

í 1950 hendir so ein trýfalding av fólkatalinum og talið er støðugt vaksið síðan tá.

Eg haldi tað er eitt grunt og óseriøst argument at fólk av bygd ikki kunna brenna fyri Tórshavnar Kommunu eins val og "røtt havnafólk". Tí minst til, uttan bygdafólk var ongin Tórshavn.

Fylg mær á sosialu miðlum og lat okkum práta víðari har.

X við Michel