Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Sjálvandi skal Badmintonhøllin hava frítíðarskúlatilboð til 3. flokk

2020-11-09 12:04
Kommunalpolitikkur - 

Fyri umleið 10 árum síðani gekk sonur okkara í frítíðarskúla í Badmintonhøllini. Badmintonhøllin hevði eitt somikið gott námsfrøðiligt tilboð, at vit foreldur ynsktu, at tað var víðkað til eisini at fevna um 3. flokk. Kommunan gekk ikki ynski okkara á møti.

At tilboðið í Badmintonhøllin hevur hildið sama støðið, sæst, tí enn stríðast foreldur fyri 3. flokstilboðnum. Badmintonhøllin liggur í einum fantastiskum øki, ið leggur upp til, at børnini eru virkin. Men tað, sum eg serliga beit merkið í, tá eg vitjaði har í síðstu viku, var, at eingir skíggjar eru í frítíðarskúlanum. Ístaðin bjóðar Badmintonhøllin fantastiskar karmar hjá børnum at menna sítt hugflog. Har eru m.a. seymimaskinur, hugnaligt lesirúm, spælirúm og ikki minst ein ørgrynna av møguleikum uttandura.

Sjálvandi skal Badmintonhøllin eisini hava tilboð til triðja flokk. 8 og 9 ára gomul børn eru alt ov ung at vera einsamøll heima hvønn dag, og tað gevur ikki meining, at mann ikki kann bjóða børnunum hetta frálíka námsfrøðiliga tilboðið, tá so nógv foreldur ynskja tað.

Seta tit kross við meg, fari eg at arbeiða fyri, at Badmintonhøllin fær neyðugu karmarnar at víðka um sítt virksemi.

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN