Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

SeptembUr, oktobUr, novembUr, desembUr!

2022-09-02 08:27

Skrivið nú -ur, øll somul!

Latið okkum nú øll fara at skriva hasar mánaðirnar við ur-ending!

Nógv skriva longu –ur, bæði skúlar, álmanakkar og nógv onnur, men gott hevði verið, um vit alment tóku eina avgerð um at brúka “ur-endingina”, soleiðis at bøkur, bløð (t.d. Dimmalætting og Sosialurin) og annað, sum prentað verður, fara at skriva “-ur” burturav.

Sprotin hevur bæði ur- og er-ending. Mín áheitan er: Góði Sproti! Ger ur-endingina til høvuðsorð! Best hevði verið, um orðabókin bert nýtti ur-endingina!

Bátur, stórur, septembur: vanligar føroyskar endingar!

Við mánaðakvøðu
Eyðun á Borg