Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Heðin Mortensen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Sektin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær

2021-10-25 20:44

Løgið sum samhaldsfesti bara er gott, til eg havi fingið mítt. Tá hini vilja hava tað sama, so eri eg ikki við meira.

Tað er ongin endi á smáligheitunum í fjølmiðlunum í løtuni. Politikkarar og valfeløg koma kropp á kroppi og mæla til dømis til at avtaka tunnilsfeløgini og at steðga arbeiðnum við innkomuvegnum til Havnar.

“Tey” hava goldið fyri “sítt” samband og nú kunnu “hini” sigla sín egna sjógv, fyri ikki at siga bora og gjalda síni egnu hol. Havi sjáldan sæð eina so opinlýsa avdúking av reinari egoismu.

Nú samhaldsfestið veruliga skal standa sína roynd, og vit øll eiga at unna suðringum somu møguleikar og somu tænastur sum øllum øðrum, so koma harðastu mótmælini júst frá teimum, sum hava fingið í bæði posa og sekk.

“Eykaskattur á norðingar” kallaði onkur tað, ein teirra, sum pástendur, at ávíkavist vágafólk og norðingar einsamøll hava goldið vága- og norðoyatunnilin. Vit hava øll goldið hesar tunlar – havnarfólk eru t.d. tey, sum brúka vága- og eysturoyartunnilin mest. Les hagtølini.

Føroysku tunlarnar higartil hava vit øll goldið. Ongin hevur goldið meira í felagskassan enn annar. Hesum hava flestu okkara onki ímóti, tí vit vilja vera við til at byggja samfelagið út og tryggja øllum bestu samferðslutænastur.

Tað er ræðandi at síggja gramligheitina og vantandi forstáilsið fyri, hvussu verkætlanir verða fíggjaðar, hvussu vit við samhaldsfesti útbyggja okkara samfelag. Tit skuldu skammað tykkum.

Nú skulu allar verkætlanir steðgast, eisini innkomuvegurin og famjinstunnilin. Eg vóni veruliga ikki, at vit hava fleiri politikkarar, sum ganga í so smáum skóm.

At nakar skal koma sær at koma við hóttanum um at steðga innkomuvegnum, tí hann liggur í Havn. Tað kemur at skaða samferðsluna ómetaligt. Tí innkomuvegurin verður gjørdur fyri at lætta um hjá øllum teimum, ið koyra til Havnar og úr Havnini.

Eysturoyartunnilin elvdi til ferðsluruðuleika og risastórar útreiðslur fyri Havnina. Men innkomuvegurin kemur okkum øllum til góðar. So fyrr var illa, um ikki landið ber sín part av kostnaðinum.

Tað er ikki minni enn skelkandi at hoyra hetta grenjið um gjaldið fyri nýggju farleiðirnar. Samstundis sita vit og krympa tærnar og royna at finna uppá ráð, tí vit hava mist samferðsluna við Hest, sum er partur av Tórshavnar kommunu. Samhaldsfestið røkkur heldur ikki út í Hest.

Sjálvandi skulu suðringar hava fast samband, sum vit øll skulu standa saman um og gjalda. Tað skal bara mangla.

Lat okkum øll standa saman um slík felagsmál og ikki seta føroyingar upp móti hvørjum øðrum. Tað er onki minni enn stór skomm.

Heðin Mortensen
borgarstjóri