Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Savns og- ferðavinnudepil í Nólsoy

2020-11-02 10:10

Henda frálíka verkætlan, sum góðar kreftir í Nólsoy arbeiða við, eigur at blíva veruleiki, og kommunan eigur at fara miðvíst inn og blíva partur av hesi ætlan. Hesin depil hevði blivið miðpunkti hjá ferðavinnuni í Nólsoy. Tann fyrsti av sínum slag í Føroyum, og hevði veruliga sett Nólsoynna á fremsta pláss, tá tað kemur til eina skipaða ferðavinnu í Føroym, og víst vegin fyri hinum økjunum í Føroym. Eg eri vísur í at man hevði kunna skapt ein burðadyggan vøkstur av ferðafólki í Nólsoy, og harvið skapt fleiri arbeiðspláss.

 Ætlanirnar hjá fólkunum aftanfyri verkætlanini, er at savna og skapa virðiligar karmar, fyri millum annað

Ovasavninum, Dianu Victoriu, listaverkum eftir Steffani Danielsen, fornfrøði og- nátturusavni, kunning um søgur og sagnir úr Nólsoy og Nólsoy sum ramsarøki.

 Bygningurin er deildur upp í fýra høvuðspartar

·         Móttøkudiskur / Kunningarstova

·         Ovasavn og bygdasøga

·         Nátturu og- fornfrøðisavn

·         Fyrilestrarhøli / Listasavn

Millum annað er planurin, at tann parturin, sum Diana Victoria skal standa, er bygdur á soylum, sum standa út á sjógv, so at Diana Victoria kemur at standa útyvir sjógv, stevnandi suður í fjørðin, skamt frá tí stað har Ovi legði til havs á sinni.

Framvið sjósíðuni á deplinum verður ein timburbryggja, har frítíðarsiglarar kunna leggja at, og verða í eina tíð. Brúsur og vesi eru í deplinum, til teirra at brúka.

Staðsetingin av hesum savnsdepli er ikki fastløgd, men tey sum standa aftanfyri, hava hugsað í Dunnuvíkini, øki ímillum Molan og grótkasti á Kirkjutang. Savnsdepilin kemur at fella væl inn í umhvørvi, og  bygningurin so lágur at tað kemur ikki at bera uppfyri hjá nøkrum.

Henda verkælanin er løgd fram fyri býráðslimir á borgarafundi í Nólsoy, men ikki er nógv hent enn. Fólkini aftan fyri siga, at tað er fleiri grunnar, bæði í Føroym og uttanlands, har tað kann søkjast um stuðul, men tað er ein treyt at kommunan eisini er við. Eitt tað fremsta málið, hjá einum lokalum býráðsumboði úr Nólsoy, er at lofta sovorðnum frálíkum verkætlanum og hugskotum, og fáa tær til veruleika. Tað vil eg.

Karlot Hergeirsson, Framsókn