Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samstarv við bøndur

2020-11-09 09:16

Fleiri valevni hava víst á, at vit í Tórshavnar kommunu skulu raðfesta framleiðslu av grønmeti og er hetta eisini nakað, eg í mínum valstríði havi víst á. Í valskránni hjá Javnaðarflokkinum stendur m.a., at vit skulu hava meira vistfrøði og meira heimavelt inn í køkarnar á dagstovnum, í skúlum og á eldrasambýlum – men hvussu gera vit tað?

Eg haldi tað verða av alstórum týdningi at børn og ung læra, hvar matur kemur frá og hvussu framleiðsla av mati virkar. Tí meti eg tað verða áhugavert, um kommunan fer í eitt samstarv við bóndur. Eitt samstarv, ið vil viðføra at børn og ung, sum ein part av dagstovnatíðini og skúlagongdini fáa kunnleika um og møguleika fyri at dyrka jørð, verða við í framleiðslu av grønmeti og fáa størri vitan um vistfrøði. Somuleiðis kunnu okkara eldru borgarar fáa høvið til at koma eitt sindur út, verða kropsliga virkin við at dyrka og passa jørð fyri soleiðis at varðveita kropsligar førleikar og merkja vælveru.

Um stóra bústaðarbyggingin í Tórshavnar kommunu heldur fram í sama viðfangi, sum hon hevur gjørt tey síðstu 5-10 árini, so verður skjótt, at øll tey grønu økini og uppdyrkað jørð verður burtur. Grundarlagið fyri virkseminum hjá bóndunum fær tá sera ring kor. Skil meg rætt, sjálvandi skal bústaðartrotið í Tórshavnar kommunu loysast, men stendur tað til mín, so skal tað ikki ganga útyvir virksemi hjá bóndunum.

Eitt samstarv kundi verið, at kommunan leigar jarðarstykkir frá teimum ymisku bóndunum soleiðis, at dagstovnar, skúlar og eldrasambýli verða knýtt at einum garði. Okkara bøndur skulu sjálvandi hava møguleika fyri at takka nei til hetta samstarv, men har bóndin ynskir at verða við, kunnu jarðarstykkini verða til taks hjá skúlum, dagstovnum og eldrasambýlum at nýta.

Eg ynski at varðveita bóndalívið í Tórshavnar kommunu og viðvirka til at børn, ung og eldri fáa størri kunnleika um og møguleika fyri at verða við í framleiðslu av grønmeti og læra um vistfrøði.

Sára Gullfoss, valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 2020.