Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Samfelt krav frá suðuroyingum í Suðuroynni

2020-11-09 18:27

Samfelt krav frá suðuroyingum í Suðuroynni

Í dag noyðast okur at ásanna, at dagføring og tænastustig um Suðuroyarfjørð versna fyri hvønn dag, ið gongur.

Samstundis sum gratistúrar, lækkandi ferðagjøld, nýíløgur oatl. verður framt har umstøðurnar eru allarbest, verður púrt einki átakið sett í verk fyri sunnan.

Okur síggja science fiction tekningar av rundkoyringum, vega- og tunnilssambondum fyri norðan, samstundis sum rýmt verður frá hálvgjørdum verki fyri sunnan.
Rýmingarvegurin frá einum hálvlidnum Hvalbiarvegi við hálvuaðru vegbreidd hvørjumegin tunnilin talar sítt týðiliga mál.

Spakar, hakkarar, trillubørur, kompressarar og luftborar vóru einaferđ framkomnar eindir í vega- og tunnilsger. Hesi eru í dag avloyst av framkomnum teldustýrdum amboðum, sum tíverri vóru syft norður um fjørðin, áðrenn tey høvdu drigið andan í ætlaða verki teirra fyri sunnan.

Okur gráta enn um øll tey mistu skipini, og hava lagt hvønn fjørð av til milliarda stóra útflutningin í landinum. Hesin útflutningur hevur nú trokað ferðafólkasambandið burtur, og nú siga okur hertil, og ikki longur.

Okur eiga at krevja eina rímiliga javnvág í íløgum, vegum, tunlum og ikki minst á okkara landsvegi við Smyrli, har okur ikki eiga at tola regluligar seinkingar, avlýsingar oatl.

Suðuroyggin skal við í samferðslukervið NÚ, og tað gerst okkara samfelda krav við krossinum týsdagin 10.11.2020.

Bárður Gunnarstein Nielsen
Valevni á Lista E til kommunuvaliđ í Vági