Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Sálarfrøðingar inn í fólkaskúlarnar

2020-10-27 08:52

Góð sálarheilsa er umráðandi fyri trivnaðin og heilsuna hjá børnum og ungum, og tí má hetta økið raðfestast hægri.

Í “Heildarætlan fyri sálarliga heilsu” vísir Sernám á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum ikki megnar skúlan vegna sálarligar trupulleikar. Skrásetingar hjá heilsufrøðingum vísa somuleiðis, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum, ið kunnu ávirka teirra sálarheilsu. Um gongdin skal vendast, mugu íløgur gerast á økinum. Her eigur Tórshavnar kommuna at virka fyri, at vit fáa sálarfrøðingar inn í fólkaskúlarnar.

Meir upplýsing og minni stigma

Tað er umráðandi, at børn og ung ikki standa einsamøll í stríðnum við sálarórógv. Tey skulu hinvegin hava góða og lætta atgongd til sálarfrøðing á skúlanum, og tey skulu vera vitandi um, hvar og nær tey kunnu venda sær til hjálpina í skúlatíð. Hetta tilboð vil gera tað lættari at leita sær hjálp, sum síðan vil virka fyribyrgjandi, í og við at børn og ung verða loftað, áðrenn trupulleikarnir útvikla seg, og støðan gerst verri.

Sálarfrøðingarnir kunnu eisini samstarva við onnur starvsfólk á skúlunum og saman við teimum virka fyri betri upplýsing. Vit bróta stigma, um vit læra børn og ung um sálarheilsu og sálarsjúkur, og at tað er OK, at ikki vera OK. Læra børn og ung hetta á ungum aldri, eru sannlíkindini eisini størri fyri, at tey leita sær hjálp, fáa tey avbjóðingar seinni í lívinum.


Samstarv við landsmyndugleikarnar

Sálarfrøðingar eru í dag knýttir at miðnámskúlunum, og henda skipanin hevur riggað væl og hevur verið nógv brúkt. Skipanin skal útbyggjast, so hon eisini umfatar fólkaskúlarnar, og Tórshavnar kommuna skal fara undir samskifti við landsstýrið um at fáa hetta í gongd og fáa pengar settar av til endamálið.


Elsa Berg,

valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommnunu