Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Russland og USA lið um lið í Tórshavnar Havn

2020-11-08 19:23

Síðani 2016 eru meiri enn 600.000.000 krónur brúktar til útbygging av keiøki í Tórshavnar kommunu, herav nógv tað mesta til nýggja molan á Eystaru vág. Nógvur peningur at brúka til eina so illa fyrireikaða verkætlan. Lítið fæst burturúr hesum íløgupeningi. Peningurin hevði rokkið nógv longur hinumegin Eysturoyar-tunnilin, har náttúrugivnu umstøðurnar eru munandi frægari.

Men politikkarar í kommunu okkara hava ikki altíð verið so víðskygdir og enn minni framskygdir.

Í nýggjastu fíggjarætlanini sæst, at inntøkur hjá Tórshavnar Havn (TH) minka í stórum komandi tíðina. Nú stendur á gomlum nøglum hjá TH. Cruise-skipini verða sum lundi á jólanátt, og stórar farmaflutningsfyritøkur flyta virksemið hjá sær frá TH og inn í Runavíkina.

Hvaðani skulu inntøkurnar koma?

Jú! Formaðurin í Vinnunevndini, Bogi Andreasen, og havnarmeistarin hava funnið loysn. Loysnin er longu royndarkoyrd. Hóast lyfti frá Boga um tað øvugta, so er TH farin undir at økja um talið av russiskum skipum, sum umskipa við bryggju. Hetta hendir ikki bert inni í Kollafirði, men eisini við nýggju-bryggju í Havn.

Talan er um nøkur av mest dálkandi skipum í heiminum. Men Bogi koyrir á við vælsignilsi frá borgarstjóranum, Anniku Olsen. Hjá TH gongur alt, tá ið tað snýr seg um royk- og ljóðdálking.

Enn hava Argjabúgvar bert fingið ein lítlan forsmakk av tí, sum stendur fyri framman. Tá ið 4-8 av hesum skipum liggja og osa og larma nátt og dag, munnu fleiri ivaleyst fara at spyrja seg sjálvan: ‘Tíma vit at búgva her?’

Annika Olsen sigur nú, at Tórshavn skal verða ein grønur høvuðsstaður í 2025. Hon vísir á fýra innsatsøkir: a) LED-perur til gøtuljós, b) almennir bygningar, c) bussleið og d) onnur akfør. Ikki eitt orð um útlát frá skipum, sum liggja við kei í kommununi ... og slett ikki um russisku skipini, sum hvørt sær ivaleyst dálka meira enn øll innsatsøkini tilsamans.

Nú trínur so nýtt kommunu-valevni á listanum hjá Anniku og Boga fram við uppskoti um, hvussu inntøkurnar til TH kunnu tryggjast. Boðskapurin er: ‘USA brúki enduliga okkara Havn!’ Valevnið vísir á, at amerikansku herskipini stinga 9 metur, og at tað klárar nýggja havnin.

Hetta verður gott fyri TH og ikki at gloyma taxa-vinnuna. Ringvirknaðurin verður øgiligur.

Vit kunnu hugsa okkum russisk skip við heimsins lægsta umhvørvistandardi liggjandi við síðurnar av teimum amerikansku, við heimsins hægsta standardi. Manningarnar eru innibyrgdar á shengen-økinum, og stytta sær tí stundir við fótbóltsdysti á bryggjuni. Nú hendir, at onkur av manningini fær ilt í fótin. Undantak verður givið, soleiðis at maðurin kann koma á hospitalið. Ein taxabilur verður boðsendur og 1,2,3 ... nú byrjar ringvirknaðurin av álvara. Nakrar dagar seinni verður maðurin sendur til ríkissjúkrahúsið, og aftur hesa ferðina fær taxa-vinnan ágóðan við túri til flogvøllin. Eisini flogvøllurin, kioskin á flogvøllinum og Atlantic Airways fáa nakað burturúr. Og soleiðis kunnu vit blíva við. Kanska umboðini á lista A verða innstillaði til friðarheiðursløn Nobels fyri at hava bøtt um dialogin millum USA og Rusland? Hendir hetta, so verða Føroya kendar og so ... og so ... ja, her er bara hugflogið sum setir markið 😉

http://lesarin.fo/torshavn+2025+ein+gronur+hovudsstadur.html

http://lesarin.fo/usa+bruki+enduliga+okkara+havn.html