Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Roynir Sjúrður Skaale at forkoma málinum?

2021-12-15 01:43

Tað sær út til, at ikki øll í Javnaðarflokkinum eru serliga glað fyri, at Annika Olsen var við til at fáa uppskotið, um at javnseta samkynd og hinskynd foreldur, samtykt í gjár við 2. viðgerð.

Sjúrður Skaale fer so langt í sínum lesarabrævi, at hann beinleiðis eggjar og vísir fólkaflokkinum á, hvussu teir kunnu fáa málið felt við 3. viðgerð. Tí tað heldur hann vera tað mest demokratiska.

Eg havi ilt við at skilja, at Javnaðarflokkurin, har Ingilín Strøm hevur lagt stóra arbeiðsorku í at fáa hesi uppskot løgd fram, kann liva við, at ein av teirra egnu roynir at forkoma málinum.

Tað er ikki tí, eisini í tíðini í Tjóðveldi vóru trupulleikar av Sjúrða Skaale, tá tað kom til samkynd. Eitt tað fyrsta hann gjørdi sum nývaldur tingmaður í 2008 var eitt hvassorðað álop á samkynd við yvirskriftini: Haldið nú kjaft við jamrinum.

Hetta var í samband við, at nøkur samkynd valdu at samlast á tinghúsvøllinum at vísa sína ónøgd við, at Tjóðveldi fór í samgongu við m.a. Miðflokkin og lovaði ikki at viðgera sokallaði “etisk” mál.

Tað kravdi nógv av teimum, sum henda dagin í februar 2008 stillisliga mótmæltu á tinghúsvøllinum. Tíðin tá var ein onnur, og øll samkynd upplivdu nógva fordøming, og tað var trupult at liva opið í samfelagnum. Tí fluttu flest øll av landinum. Men hesi á tinghúsvøllinum høvdu valt at gera vart við sína ónøgd, tí tey vildu fegin kunna liva opið í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Men hetta dámdi ikki Sjúrða Skaale, og eg veit, at álopið sveið meint hjá hesum, sum bert royndu at gera vart við, at ein órættur varð framdur mótvegis samkyndum við at tiga tey í hel.

Tey samkyndu kundu brúkast sum gjeikara-skemt hjá Sjúrða Skaale í "E elski Førjar" og annars halda kjaft og kenna sítt pláss.

Nógv er tíbetur broytt síðan tá, men eg eri bara ikki so vís í, at Sjúrður Skaale hevur fylgt við.

Av einum politikkara, sum er so upptikin av tí demokratiska, so er løgið at hann bæði í 2008 helt, at minnilutar skuldu halda kjaft, og at hann í 2021 heldur tað vera skeift, at ein valdur tinglimur tryggjar minnilutum rættindi.

Annika Olsen og Johan Dahl tæna sjálvari kjarnini í demokratiinum við at tryggja minnilutum javnbjóðis rættindi.

So hvat er problemið, Sjúrður?

Fyri mær at síggja, so kemur tað slett ikki so væl við hjá Sjúrða Skaale, at vit faktiskt hava politikkarar, sum leita inn í seg sjálvan eftir hvat er rætt at gera og fylgja síni sannføring. Og so slett ikki um tey eru fólkafloksfólk.

Annika Olsen helt í gjár eina røðu, sum ógvuliga væl greiddi frá, hví hon gjørdi hetta. Eg skal vera tann fyrsta at siga, at eg ofta havi verið rúkandi ósamd við henni politiskt, men sum borgarstjóri í Havn, var hon okkum í LGBT Føroyar ein hollur stuðul og samstarvsfelagi.

So mín áskoðan á hana er broytt, og eftir í gjár havi eg stóra virðing fyri henni.

Tað tykist mær løgið at ála tann persónin sundur, sum júst kann tryggja, at eitt uppskot hjá m.ø. Javnaðarflokkinum kann verða samtykt.

Sjúrður Skaale hevur valt eina politiska kós, sum er málrættað at fáa pening úr lummanum hjá danska fíggjarmálaharranum Wammen, og tað er hansara val.

Men tað eru also politikkarar, sum vilja meira enn tað og sum seta nógv uppá spæl.

Annika Olsen og Johan Dahl hava sett nógv uppá spæl fyri tí tey trúgva er rætt í hesum málinum, meira enn hvat Sjúrður Skaale hevur gjørt í nøkrum málið.

Annlis Bjarkhamar