
Rósa Samuelsen stillar upp til kommunuvalið
2020-10-28 12:00
Kommunalpolitikkur -
Eitt kent andlit í politikki stillar upp til kommunuvalið í Vága kommunu
Rósa Samuelsen er 60 ára gomul, fødd og uppvaksin í Tórshavn og búð eitt tíðarskeið í Gøtu.
Í 1985 flutti hon til Sandavágs at búgva. Rósa er gift við Heðin, saman eiga vit 3 børn og 5 ommu- og abbabørn.
Hon hevur útbúgving innan skrivstovuyrkið. Fyrstu árini starvaðist eg í Føroya Sparikassa í Vágum, síðani hevur hon verið virkin í kommunal- og landspolitikki. Sum nakað heilt nýtt, hevur hon verið avloysari í dagstovni og havt fleiri samskipandi uppgávur. Tað hevur verið sera spennandi og læruríkt fyri hana, og hevur hon nú hervið nomið mær praktiska vitan innan dagstovnaøkið.
Hennara hjartamál:
Vit skulu hava eina kommunu við skynsamari fíggjarstýring, har fólk ynskja at seta búgv.
Vælferðin og trivnaðurin hjá børnum, ungum, eldri og familjunum skal vera í hásæti.
Tað er fyrst og fremst borgarin, sum skal vera í miðdeplinum.
Nøkur av mongu málunum hon brennir fyri:
- normeringin innan eldraøkið verður sett eftir røktartyngd, reingerð skal verða partur av visiteringini.
- normeringar á dagstovnum skulu betrast, Sóljugarður skal hava tíðarhóskandi umstøður.
- børn við serligum tørvi skulu loftast tíðliga, og serskúlatilboð skal verða í kommununi.
- børn og ung skulu hava góð og fjølbroytt frítíðartilboð.
- tøk grundøkir í øllum bygdum, og at vit fáa fjølbroytt bústaðartilboð, s.s. leigu og lutaíbúðir.
- raðfesta sjálvbodna arbeiði sum ríkar okkara við søgu, mentan, fornminna- og mentanarvirðir.
- tætt og gott samstarv við ungdómsráð, foreldraráðini og eldraráð
- ferðslutrygd
Hon fer við hesum at heita á teg um at stuðla sær.
Set X við Rósu Samuelsen
RN