Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Røkt av Tórshavnar kommunu

2020-10-28 20:56

 Røkt av Tórshavnar kommunu

Røkt er ein rættiliga stór uppgáva í Tórshavnar kommunu, og hon gerst bara størri og størri, sum kommunan veksur í vavi. Tíbetur eru fortreytirnar fyri at røkja hesa stóru uppgávuna vorðnar betri. Í fjør varð nevniliga samtykt at umskipa teknisku deild, soleiðis at raksturin varð lagdur undir ein stovn. Rakstrarleiðari varð settur, og av tí, at hølisviðurskiftini vóru út av lagi vánalig, varð eisini samtykt at byggja nýggjan bygning í norðurendan av maskinhøllini við Oyggjarvegin. Í dag hevur kommunan tí ein nýggjan, stásiligan bygning, soleiðis at allir formenninir við arbeiðsfólki hava bestu umstøður at arbeiða undir.

Eitt nýtt snarlið, sum hevur til endmáls at fara út at loysa kommunal arbeiði, bæði í Tórshavn og í bygdunum í Tórshavnar kommunu, varð sett á stovn, og hetta hevur riggað væl higartil.

Borgarar hava nú møguleika gjøgnum heimasíðuna at boða frá, um okkurt ikki er, sum tað eigur at vera, t.d. vatnleki, gøtuljós, sum ikki lýsa og hol í vegnum. Boðini koma so til nýstovanaðu rakstrardeildina, sum so sendir fólk út at loysa trupulleikan.

Sigast kann tí, at fortreytirnar fyri at røkja kommununa eru munandi betri, enn tær hava verið, og eg eri ikki í iva um, at hetta fer at gera, at kommunan verður enn betur røkt framyvir. Tó er at siga, at ein fortreyt fyri hesum er, at peningur framhaldandi verður játtaður til hesi arbeiði.

Um eg verði valdur, fari eg at arbeiða fyri, at viðurskiftini viðvíkjandi røkt verða fyrstafloks, tí eg vil fegin hava eina væl røkta kommunu.

Jákup Dam, býráðslimur og valevni á lista E