Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Røða ísv viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans

2021-08-05 10:33

Tað hevur verið eitt fantastiskt summar í Føroyum. Tey flestu av okkum hava verið heima orsakað av koronastøðuni. Havi sjálv verið í Føroyum, síðani korona breyt út á grækarismessu í fjør og og havi tí fingið stundir at sæð okkara land; dalar, vøtn og fjøll, sum eg ikki havi havt stundir ella givið mær stundir at vitja áður. Sum føroyingar hava vit altíð viljað leita okkum til onnur lond, eisini eg sjáv. Havi ferðast nógv úti í heimi og var sum yngri á fjakkaraferð í suðuramerika, har m.a. hægstliggjandi vatn í heiminum, Titicaca sjógvurin og inkaháborgina, Macchu picchu, sum stóðu á listanum. Men hvat er hetta í mun til Fjallavatn, Vatndalsvatn og Ryskivatn ella Skælingsfjall og Borgarknappur eitt vakurt summarkvøld?

Ì sanginum Nánd verður tað sagt so gott:

“Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
Hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart
Men lært teg at elska, tað sum tú sært

Um ogur skula seta nøkur orð á koronastøðuna, sum skjótt hevur herjað í 2 ár, so er tað netupp ein sterkari alskur til okkara land, alskurin til náttúrina og at stuðla og simbra tí, sum er føroyskt. Korona hevur lært ogum at síggja tað góða í tí stóra, tað góða í tí smáa og tað góða, sum bindur okkum saman sum land og fólk.

Og ogur hava í orðsins rætta týdningi eisini bundið føroyingar tættari saman. Nýggi eysturartunnilin hevur knýtt 80 pct av føroyingunum tættari saman, og við sandoyartunlinum og suðuroyartunlinum, so fáa ogur nærum allar føroyingar við. Men ogur mugu ikki gloyma, at vit eru eitt oyggjaland, har fleiri av oyggjum okkara ikki hava nøktandi samband, Nólsoyggin, Heystoyggin, Skúvoy og oyggjarnar norðanfjørðs – her má ein greið samfersðluætlan gerast og nútímansgerð av skipaflotanum.

Og meðan vit dvølja eina løtu yvir hetta fantastiska summarið í føroysku náttúruni, so er tað ongantíð so týdningarmikið sum just nú at greiða fæst á málinum um gongd í haga, at hetta verður skipað á ein skilagóðan hátt, so føroyingurin ongantíð verður skerdur at vitja sítt egna land. Gleðiligt er tað, at hetta verður nevnt í røðu løgmans - at greiða skal fáast á hesum.

Ogur vita, at náttúran er til láns frá okkara eftirkomarum og ogur hava skyldu til at lata hana í eins góðum hondum, og vit fingu hana. Tí er tað gleðiligt, at náttúrumargfeldislógin loksins kemur í Tingið.

Ogur mugu somuleiðis eisini royna at finna saman tvørurum floksmørk til tess at finna semjuna um ein nýggjan veðurlagspolitikk og at fáa semju um orkuskifti og veðurlagsspurningin, sum landsstýrismaðurin í vinnu og umhvørvismálum arbeiðir við í løtuni

Onki land hevur tað gott, um ikki fólkið, íð har býr ikki hevur tað gott.

Samgongan hevur nógv góð viðurskiftini og batar at vísa á á heilsu og almanaøkinum, har fyribyrging er tann reyði tráðurin. Her kann nevnast nýggja avtalan við Novo Nordisk grunnin og ein nýggj diabetes miðstøð, ADHD viðgerarstova, fleiri tilboð til endurvenjing eitt nú til parkinsonssjúklingar.

Ì seinastu setu samtykti løgtingið einmælt, at gerast skal ein samanhangandi - tænastulóg, og hana eftirlýsi eg í lógarlistanum hjá lanndsstýrinum. Borgarar mugu ikki detta niðurímillum skipanir hjá landinum, óansæð um tað er rehabilitering, sálarsjúka ella um tú hevur fingið staðfest eina diagnosu. Vóni veruliga, at landsstýrið tekur hetta í størri álvara og fær í lag at leggja hesa lóggávu í tingið.

Annars eru nógvir aðrir batar at vísa á m.a. ein nýggjur bústaðarpakki, hægri penjsón til okkara pensjónistar og fíggjarligur tryggleiki til langtíðarsjúk

Eitt tað størsta frambrotið, ið er hent á heilsuøkinum er sálarfrøðilig hjálp til aldurbólkin 15-35 ár. Tað er gleðiligt, at ogur eru komin hartil, at ogur megna at janvseta mentala heilsu eins og aðrar sjúkur, og vónandi verður tað ikki leingi, at onki aldursmark verður á hesum tilboði.

Løgmaður nemur nógv við vøkstur – burðardyggan vøkstur. Okkara ferðavinna má og skal vera sosialt, figgjarliga og umhvørvisliga burðardygg, har vit eiga at leggja nógv størri dent á vinnuferðavinnu, sum netupp tekur hesi atlit.

Okkaa fiskatilfeingi má og skal virkast á burðardyggum grundarlag ella tapa vit kappingina við onnur lond.

Ikki minst eiga ogur at fáa ein fíggjarligan burðardyggan búskap – ogur mugu koma hallinum og teimum almennu útreiðslunum til lívs. Ein grundleggjandi fortreyt fyri vøkstri og varandi vælferð er netupp ein sjálvberandi búskapur.

Men ogur mugu ikki gloyma eitt annað tilfeingið, okkara fólkatilfeingi. Her má hugsast burðardygt og skulu ogur framhaldandi hava vøkstur og eitt land, har øll trívast, eldri sum yngri. Her hugsi eg serliga um stóra trotið ogur hava á arbeiðsmegi innan eldraøkið og almannaøkið og dagstovnaøkið. Tey næstu 10 árini koma 700 starvsfólk mangla í sambært búskaparráðnum. Hetta er ein tann størsta avbjóðgingin her og nú.

Ogur mugu hugsa øðrvísi og nýtt á hesum øki og tora at taka kjakið um at stytta arbeiðsvikuna hjá hesum arbeiðsbólkum, økja normeringina og raðfesta útbúgving innan hesi øki. Vit mugu taka tað í álvara, at fólk flýggja frá hesum starvsøkjum.

At hava Føroyar fremst í huganum og hjartanum er ein kensla, og kenslur koma frá hjartanum. Ófiltreraðar og ektaðar. Ein dagin sigur yngsti sonur okkara, “Mamma eg elski Føroyar, hetta er heimsins besta land og eg vil altið búgva her”.

Og eg hugsaði ja soleiðis eiga vit øll at hugsa hvønn dag og í øllum okkara avgerðum – altíð. Føroyar fremst í huga og hjarta. Tað er okkara fremsta uppgáva altíð at tæna og fremja føroysk áhugamál, ikki áhugamálini hjá nakrari aðrari tjóð, ikki áhugamálini hjá nøkrum einstøkum, men áhugamálini hjá Føroyum og fólkinum, ið her býr.

Føroyar er okkara fremsta uppgáva!!!