Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Revsilógin má dagførast beinanvegin ísv kynslig brotsverk

2021-09-03 06:27

Um dagarnar hava tvey mál verið fyri í landsrættinum, sum snúgva seg um ávikavist neyðtøku av einari ungari kvinnu og eitt mál, ið snýr seg um 3 dreingir, sum hava verið útsettir fyri kynslig brotsverk av eldri manni.

Hóast báðir dómar vórðu herdir nakað í landsrættinum, tann eini við 2 mdr. og málið um kynslig brotsverk móti dreingjunum varð hækkað við 1 ári, úr 3 árum upp í 4 ár, so benda dómarnir á, at bæði Føroya rættur og landsrætturin ikki meta, at viðmerkingarnar í donsku revsilógini fyri kynslig brotsverk eru galdandi í Føroyum. Hóast føroyska revsilógin varð dagførd í 2016, so hevur man ikki nágreinað í viðmerkingunum eins og í Danmark, at revsingin fyri fleiri kynslig brotsverk skuldi hækkast. Ì Danmark varð hetta gjørt í 2016 sama ár, sum føroyska revsilógin var dagførd í Løgtinginum. Sagt verður í niðurstøðuni frá landsrættinum, at ein greið politisk útmelding eigur at vera gjørd, hvørt skerpandi umstøðurnar í slíkum málum eisini eru galdandi í Føroyum. At dómarnir hóast alt verða ásettir at vera hægri í landsrættinum er uttan iva tí, at málini eru so mikið álvarslig, at revsingin varð hækkað út frá galdandi revsilóg í Føroyum.

Hóast revsirætturin varð yvirtikin í 2009, so hava Føroya rættur og landsrætturin gjørt niðurstøðu í hesum báðum málunum út frá rættarpraksis í donsku revsilógini og teimum herðingunum í viðmerkingunum, sum vóru gjørdar har í 2016. Hetta í sjálvum sær undrar, men fyri at ongin ivi skal vera um, at slík grov kynslig brotsverk ikki vera góðtikin í Føroyum fari eg at heita á løgmann um at bera so í bandi, at revsilógin kap 24 um kynslig brotsverk verður nágreinað, og at tað greitt verður tilskilað í viðmerkingum, at vit politiskt í Føroyum ikki góðtaka slíkt. Ì hesum sambandi eiga vit eisini at gera okkum púra greitt, hvussu slík mál skulu handfarast framyvir. Ein hækking av revsirammuni er eitt, men tað eru nógv onnur fyribyrgjandi viðurskiftini vit eiga at leggja nógv meiri dent á í Føroyum, so slík mál ikki koma fyri. Komandi mikudag eru munnligir fyrispuringar í løgtinginum, og verður løgmaður tá eisini spurdur um hesi viðurskifti

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin