Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu.

Pengarnir skulu á gólvið!

2020-11-09 20:17

Ein av kjarnuuppgávunum hjá Tórshavnar Kommunu er at tryggja, at børnini á dagstovnunum hava so góðar umstøður, sum til ber. Tað merkir, at námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovununum mugu hava fleiri starvsfelagar og betri tíð til hvørt barn, fyrireiking og eftirmeting. Starvsfólk og børn skulu trívast, og tí mugu vit taka neyðugu tøkini næstu árini fyri at veruliga uppraðfesta økið - pengarnir skulu snøgt sagt á gólvið!

Normeringin má hækka. Tí fer Tjóðveldi á val uppá, at minst 40 milliónir skulu aftrat til normeringar næstu 4 árini. Her er tað eisini av grundleggjandi týdningini, at fleiri pengar verða játtaðir til at betra um teir fysisku karmarnar - fleiri stovnar mugu til, tí í dag eru alt ov nógv børn í hvørjum stovni.

Fleiri námsfrøðingar mugu útbúgvast, so at fakligheitin fylgir við á økinum. Hetta eigur kommunan at samstarva við landið um. Tjóðveldi hevur eitt uppskot í løgtinginum beint nú, um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar. Vónandi kann Løgtingið standa saman um tað, so at vit veruliga fáa sett gongd á.

Børnini mennast á stovnunum og eiga at fáa nógvar og ríkar náttúru- og umhvørvisupplivingar. Slíkar upplivingar vilja tíðliga virka fyri einum góðum tilknýti til náttúruna. Tað er tó umráðandi, at seta vit fleiri ynski til námsøkið, so mugu tíð og pengar fylgja við til ráðlegging og eftirmeting.

Hesum fari eg at arbeiða fyri í býráðnum!

Elsa Berg,
valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu