Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen,valevni fyri fólkaflokkin

Parkeringstunnil og parkeringsloysnir

2020-11-04 10:25

 

Ongin loyna er at stórir trupulleikar eru í høvuðsstaðnum av parkeringini. Tað eru alt ov nógvir bilar til tey fáa parkering plássini í býnum.

 

Loysn má finnast uppá trupulleikan, og eg havi fyrr víst á at ein parkeringstunnil er loysnin fyri miðbýin. Hettar er eitt mál sum má raðfestast høgt í komandi tíðum. Ein tílíkur tunnil loysir trupulleikan, og samstundis varðveita vit grønu økini í miðbýnum.

 

Tá hettar er sagt, so meini eg heilt víst at Tórshavnar kommuna eigur at seta krøv til framtíðar bygging í høvuðsstaðnum. Vit kunnu nevna landsjúkrahúsið sum dømi, har útbygt verður í fullari ferð, men parkeringstrupulleikin verður ikki loystur í hesari byggingini. Hettar er ikki í ordan, og eigur heldur ikki at koma fyri. Hesin trupulleikin skal loysast, so at fólk sum hava ørindir á landssjúkrahúsinum hava møguleikan at parkera (langtíðarparkering) bilin, uttan at fáa bót osv, tí støðan í dag er als ikki nøktandi.

 

Neyðugt er at seta krøv um nøktandi tal av parkeringsplássum, tá talan er um íbúðarbygging og størri verkætlanir. Hettar kundi ímillum annað verið gjørt við parkeringskjallara undir bygningarnar. Tað er neyðugt at seta krøv, tí annars koma vit ongantíð at loysa framtíðar trupulleikan viðvíkjandi parkering í Tórshavnar kommunu.

 

Neyðugt er at finna loysnir, og neyðugt er at hugsa um framtíðina. Tískil skal parkeringstrupulleikin loysast, og framtíðar ætlan skal gerðast, soleiðis at vit framhaldandi hava nøktandi tal av parkeringspassum í Tórshavnar kommunu.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaklokkin