Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Parkeringstunnil og gott infrakervi - ein fortreyt fyri menning

2020-10-19 16:05


Grein 4 – Við Fólkaflokkinum fram til 2025

Ferðsluviðurskiftini eru í verandi løtu ein forðing fyri veruligari menning av Tórshavnar kommunu.  Dagliga koyra 11.000 bilar eftir Hvítanesvegnum, og sambært Landsverki verður eitt økt ferðslulop á einar 3-4000 tús bilar, tá eysturoyartunnulin letur upp. Tí er tað gleðiligt, at innkomuvegurin loksins er komin á breddan í Løgtinginum, og neyðugt er beinanvegin at gera tunnulin undir Krákugjógv, soleiðis at ein eyka ferðsluæðr kann taka ta øktu bilaferðsluna, ið kann væntast at koma tá eysturoyartunnulin letur upp.

Parkeringin má og skal skipast,  og ein langtíðarhaldbar loysn má finnast á parkeringsviðurskiftunum. Arbeitt verður í løtuni við einum parkeringstunli undir Havnini, sum kann taka einar 600-700 bilar. Innkoyring er ætlað at  vera á Skáltrøð og á Burstatanga. Parkeringstunlar eru kendar loysnir frá okkara grannalongdum, eitt nú í Tromsø, sum hevur so at kalla skipað alla sína bilaferðslu og parkering undir jørð. Vit vera noydd at hugsa í nýggjum loysnum, tá tað kemur til okkara infrakervið. Hetta er ein fortreyt fyri trivnaði,  og ein fortreyt fyri menningini av okkara býi og okkara vinnulívi. Ì síðsta enda styrkir hetta eisini um kappingarføri hjá høvuðsstaðnum í mun til aðrar altjóða høvuðsstaðir, ið vit eru í kapping við. Hetta vilja vit í Fólkaflokkinum arbeiða fyri fram til 2025, fáa vit høvi til tess á kommunuvalinum 10 nov.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið