Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Panem et Circenses - breyð og sirkus

2020-10-30 09:38
Kommunalpolitikkur - 

Gev fólkinum breyð og cirkus, so kann leikurin halda á. Hóast Juvenal skrivaði hetta fyri skjótt 2000 árum síðan, so kenna vit hetta aftur upp til hvørt val.

Í so máta manglar tað ikki við lyftum til býráðsval í Tórshavn 2020. Fólk, sum hava sitið í býráðnum valskeið aftaná valskeið, sum eiga sín lut í teimum trøllum tey nú renna undan og ikki vilja kennast við. Við at bjóða fólkinum eina hoppiborg ella ein stóran rutsjibana, so eru næstu 4 árini bjargað.

Um fólk veruliga vilja broyting, so er at velja nýtt.

Tey allarflestu, sum koma innaftur, tey hava sitið har á fleiri umførum. Tey hava samtykt Karlamagnussarbreyt og gjørt hana til tað hon er. Tey hava samtykt, at grót skuldi tyrvast í hagan á Velbastað, og tey hava tigandi sitið og hugt at, við tí úrsliti, at risa mongdir av gróti nú skulu koyrast gjøgnum býin.

Tey hava sjálvi tikið undir við at tikið pengar frá barnagørðunum og koyrt teir til umsiting.

Vit minnast eisini eitt fundarborð, sum bleiv keypt fyri 300 túsund krónur.

Pengarnir røkka ikki til røkt, men teir røkka til golfsimulatorar.

Ongin býur ella land hevur gott av, at politikarar fáa ognarrætt. Svørið hjá Damocles hongur ikki yvir høvdinum hjá nøkrum av okkara politikarum. Og tískil følir mann ofta, at teir gloyma hvønn teir arbeiða fyri.

Eg stilli ikki upp fyri at bjóða fólkinum cirkus. Vit vita væl, hvat hendi við gamla Rom.

Eg stilli upp fyri at fáa eina jarðbundnað rødd inn í býráðið. Eg veit, hvussu hart tað er at tjena hvørja krónu - tí skal hvør króna goldin í skatti umsitast á besta hátt.

Eg ynski einsini ein størri kontinuitet inn í býráðið. Politiska landskapið í dag er stagnerað. Og tað er blokkpolitikur, bæði í løgtinginum og í býráðnum. Ongin politikari skal sleppa at sita meira enn tvær setur. Hevur mann tá ikki klára at útført síni politisku mál, so bóru tey nokk ikki á mál álíkavæl. Tað er væl kent, at mann kann ikki ríða á tveimum hestum í senn. Og tað kann ein borgarstjóri í landsins stórstu kommunu heldur ikki.

Eg skal ikki útiloka, at skuldi tað hent, at eg kom inn, so koma skatara- og parkourparkir í býin. Kanska eisini multihallir, rodeobanar og kasino.

Men kjarniuppgávurnar hjá kommununi skula rigga 100% og tað skal ikki mangla pengar til nakað, áðrenn mann tosar meira um cirkus.

Minnist til, at tað eru vit, sum stemma politikarnir inn. Men vit kunna eisini stemma teir út.

Tummas Rubeksen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN