
Ov nógv útbúgving, ov lítlar royndir.
2021-04-07 14:26
Í forleingilsi av sendingini ‘teir ómettiligu’ eru viðurskifti at umrøða.
Mínar royndir í almennari fyrisiting, bæði sum
starvsfólk og politikari siga mær, at vit arbeiða alt alt ov sundurbýtt – í sokallaðum ‘silohugsanum’, har ábyrgdin
fyri heildini tykist verða burturi.
Vit stara niður á borðið og viðgera sakir sum einkultsakir,
uttan samanhang við nógv annað, sum átti at verið hugt eftir, og sum í síðsta
enda eigur at tryggja fólkinum bestu
viðurskifti, politikaranum holla ráðgeving og politiskum hensigtum bestu kor.
So ístaðin fyri at embætiskverk arbeiðir slaviskt
eftir lógum, reglum og kunngerðum, og eisini onkuntíð ráðgeva eftir ‘holum í
lógini’– eigur tað, í størri mun, at verða vent aftur til politiska myndugleikan
við uppskotum um tillaging og præcisering, tá boð eru eftir tí, so politiska málið
altíð verður stavnhaldið.
Her koma hægri útbúgvingarskipanir inn í myndina og
spurningar um, í hvønn mun tær eru nøktandi sum yvirornað organ, í hesum føri,
løgtinginum, at frama.
Sum við fyriskipanum, ger tað sama seg galdandi, - at
viðurskifti eru ov fakliga uppdeild, eitt nú løgfrøði, fíggjarstýring,
grannskoðan og so framvegis, soleiðis at heildarmyndin mangan verður burturi.
Eg sakni fólk úr samfelagi og vinnu á almennum
fyrisitingarligum arbeiðsplássum, og soleiðis at skilja, at ikki nærum hvør
starvslýsing skal biðja um fólk frá hægri lærustovni.
Í fleiri førum hava hesi ikki nóg holla vitan og
royndir um tey ‘segment’, tey eru sett at arbeiða við, sum tískil blívur
skriviborðsarbeiði meira enn samanhangur, politiski og fólksins vilji og kommunalur ella tjóðskaparligur integritetur.
Tað tekur sjálvsagt drúgva tíð at endurskoða, broyta
og tillaga hægru útbúgvingarnar, men at bjóða royndum fólki, á øllum økjum, framat
almennari fyrisiting, er heilt avgjørt eitt stig á leiðini.
Við vón um framgongd.
Bergun Kass