Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Óúthaldiligt lágfrekvenst óljóð frá fleiri skipum sum liggja permanent við kaj á Oyrareingjum og eisini yviriav kajuni í Kollafirði! Mín klaga til Býráðið

2021-09-27 23:21

Hetta er sostatt ein atfinning til eitt borgarstýrið við Heðin Mortensen sum borgarstjóra, sum fyri kommunalan vinnings skuld, áhaldandi gevur einum fúsnum havnafúta fríðar teymar til frítt at handla, so serliga larmandi, risastór russisk skip finna sær innsiglingarleiðuna til ein smalan fjørð innast í firðinum, enntá á bústaðarøki í Kollafirði. Fjørðurin er enntá tengdur av høgum fjøllum, so os og ljóðdálking uttan yva magnast í hesum. Ein kann bert fara ein túr niðan í hagan fyri at fáa hetta staðfest.

Veruleikin vit liva í í løtuni, er sostatt, at stór russisk skip í hópatali finna leiðina inn á firðin, enntá á náttartíð, við ómetaligum óljóðið sum ein nærum ikki hevur hoyrt áður, fyri síðan at leggast lið um lið. Lossingin teirra millum á náttartíð er eisini ein forðing fyri at kunna sova í friði. Ein verður skriktur upp úr svøvni mitt á nátt.

Tað áhaldandi motorljóðið frá hesum skipum, sum sigst vera á lágfrekvensum støði, følist sum reinur torturur á náttartíð, men hoyrist eisini í dagtímunum, og hevur álvarsligar fylgir við sær: Tá eins lív og fríheit verður tengt av hesum óljóðið, so ein ikki fær náttarfrið, hevur hetta ávirkan á bæði heilsu og trivna. Eins orka blívur sum sogin burtur úr kroppinum , so ein nærmast missir sína stevnuskrá fyri dagin og hervið sítt yvirlit.

Hættar ein sær útum, merkist og sæst tíðiligt os og roykur frá skipunum innið á Oyrareingjum, eins og tað ger yviriav á hinum kajøkinum í Kollafirði, har 3 skip hava ligið hvørt um annað gjøgnum longri tíð.

Tað var enntá so gali, at tá eitt av hesum trimum skipum skuldi avstað eitt vikuskiftið herfyri, blivu vit – sum ikki einaferð – extremt órógvaði fyri kvøldið við tí ómetaliga larmi í her fór fram, við tað at øll skuldu út at venda, fyri at geva pláss fyri tí eina sum skuldi fara, fyri síðan hini bæði: Larmandi í tímavís at leggja seg upp á pláss aftur.

Hesa royk- os- og ljóðdálking blíva vit, sum íbúgvar í firðinum, bjóðaði nátt sum dag. So hetta fyribrygdið omanfyri er ikki fyrstu ferð hetta hendur.

Ja, tá havnafútin – sæð út frá mínum sjónarhornið – í samljóð við borgarstjóran Heðin Mortensen, ger sær dælt av sínari fríheit á hesum øki, og hetta til stóran ampa fyri borgaran, og ongar restriktiónir eru at síggja, ella blíva tillagaðar fyri hesi útlendsku og russisku skipini, so er heldur ikki at vænta, at somu skip taka nøkur stig, sum føra til ábøtur viðvíkjandi sínum sjelkandi óljóðið og levna annars (royk og os).

Tað er soleiðis í reinum vónloysi eg sendi tykkum hetta mítt skriv. Men eisini í tí vón, at tað fer at nørast hjá onkrum av tykkum í býstýrinum, so okkurt blívur gjørt fyri at bøta um tað vanlukkulag, eg her havi roynt at orða.

Um eingin broyting verður í væntu, kann ein fyri vist konstantera, at tað peningarliga veldi (kapitalistiska samfelagið) við sínum kommunalu íløgum (eit nú á kajøkjinum) , sum annars hevur sum áhugamál at tryggja vælferðina hjá borgaranum, hevur ein íbygdan týnandi árin á fólk og fæ, sum grevur undan einari menniskjaligari tilverðu. Ja, reint bíbilskt: At ormurin bítur seg sjálvan í halan við tí fyri eyga: At vit í hesum, sum álíður, kunnu gerast óarbeiðsfør og álvarsamt sjúk. Nakað ið er vorðið staðfest av granskarum runt um í verðuni og eisini her í Føroyum. Og penigarliga sæð, kann hesin týdningur koma at kosta samfelagnum dýrt.

Heilsan

Martina Sørensen, búsitandi á Signabø