Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ólóglig avritan í kommununum má steðga

Føroyski rættindafelagsskapurin Fjølrit hevur síðan 30. august í fjør heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum kunnu avrita, endurgeva og á lógligan hátt nýta tilfar, sum vart er av lógini um Upphavsrætt, millum annað til undirvísing.
Men til fánýtis.

Fjølrit hevur gjørt eitt sømiligt sáttmálauppskot, ið ger tað lætt og lagaligt at umsita rættindi av vardum verkum. Men Kommunufelagið hevur ikki svarað, og eingin sáttmáli er gjørdur. Tí ger Fjølrit vart við, at fólkaskúlarnir og kommunalu stovnarnir í Føroyum fremja lógarbrót hvønn einasta dag.

Er Kommunufelagið ikki á einum máli um at skriva undir sáttmálan, stendur tað hvørjari einstakari kommunu í boði at gera sáttmáli við Fjølrit. Sami sáttmáli stendur øllum í boði.

Fjølrit umsitur við loyvi úr Mentamálaráðnum alla avritan og endurgávu av vardum verkum. Er sáttmáli ikki gjørdur við Fjølrit, merkir tað, at fyri hvørja avritan og endurgeving skal tann, ið avritar, gera avtalu við tann, ið eigur rættindini til verkið, og gera avtalu um viðurlag. Um ikki, er talan um beinleiðis lógarbrot.

Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum rættindafelagsskapur í samsvari við § 40 stk.1 í løgtingslóg um upphavsrætt. Fjølrit umboðar hesi feløg: Rithøvundafelag Føroya - Føroysk tónaskøld - Føroysk myndlistafólk - Føroyskir yrkisfotografar - Føroysk bókaforløg - Føroya blaðmannafelag/miðlafólk.

Loyvt er bara at endurgeva og nýta verk, sum limirnir í hesum feløgum hava skapt, um sáttmáli er gjørdur við Fjølrit.

Meira fæst at vita á www.fjoelrit.fo