Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Øll eldri hava rætt til góð eldraár

2020-11-03 09:32
Kommunalpolitikkur - 

Starvsfólkanormeringin á eldraøkinum skal upp

Búfólk á ellis- og røktarheimunum í Tórshavnar kommunu skulu hava meira venjing oguppvenjing og tað skal tillagast tørvinum hjá tí einstaka - og ikki bara gevast sum eitt standard tilboð. Tað er altavgerandi fyri okkara eldru og tey, sum eru rakt av skaðum frá t.d. heilabløðing ella blótøppi at fáa áhaldandi venjing fyri at koma seg aftur og mennast

Borgarin skal kunna sleppa á heimavitjan og hjálp skal fylgja við. Tað er óvirðiligt ikki á at sleppa heim at vitja síni kæru við hjálp eisini, um førleikin er til tess - tað skal broytast

Ansingarpengar til tey, sum eru bundin av at ansa sínum nærmastu heima,skulu tvífaldast

Borgarir, sum eru illa fyri og førleikaskerdir undir 67, skulu eisini hava eitt tilboð

Eldri borgarin, sum ikki er uppvaksin viðframkomnu tøknini, má hava lættari og skjótari atgongd til tað teimum tørvar at fáa hjálp til, kommunan skal hava vegleiðarar at hjálpa og vegleiða teimum

Skipanin í Tórshavnar kommunu er alt ov stirvin

Allar tænastur á eldraøkinum skulu samskipast betri

Eisini haldi eg, at tað skulu byggjast eldra/vardar íbúðir, sostatt kunnu pør liva saman hóast annar teirra blívur sjúkur og óhjálpin

Heimatænastan má skipast øðrvísi og tillagast soleiðis, at tað passar til sloganið, sum er: “Longst í egnum heimið” og “Verða virkin og vakin”. Tað er ikki veruleikin sum er og tað vilja vit gera okkara til at broyta

Sum nú er, kann nógv gerast betri á eldraøkinum hjá kommununi. Tað vil eg verða við til at fáa gjørt munandi betur.

Petrina Berg á Lag

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN