Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Ókeypis sálarhjálp til øll børn yngri enn 15 ár eisini.

2020-11-06 19:52

Í heyst samtykti eitt einmælt løgting at veita ókeypis sálarfrøði til øll millum 15 og 35 ár, sum hava angist og tunglyndi.

Tað tykist løgið, at bjóða 20 árgangum hetta tilboð, men so ikki taka yngru børnini við. Tí ofta byrja avbjóðingarnar nógv fyrr.

Eg gangi nógv meira inn fyri, at vit arbeiða fyribyrgjandi og seta inn tíðliga. Alt bendir á, at tíðliga innsatsur gevur bestu úrslit. Tí fari eg at arbeiða fyri, at kommunan tekur um endan og bjóðar ókeypis sálarhjálp til yngru børnini eisini.

Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu