
Nýggjan barnagarð í Kaldbak
2020-10-19 14:06
Kommunalpolitikkur -
Tað er neyðugt at gera eina íløgu í nýggjan tíðarhóskandi barnagarð í Kaldbak, sum eisini rúmar fríðtíðarskúlanum.
Tað er av alstórum týdningi eisini at gera íløgur í bygdunum í okkara kommunu.
Kaldbak eigur nú tørn til nýggjan tíðarhóskandi barnagarð, sum eisini rúmar fríðtíðarskúlanum.
Trivnaðurin hevur stóran týdning í dagligdegnum, og vit skulu alla tíðina hugsa frameftir og gera neyðugar íløgur í trivnaðin.
Tað er av alstórum týdningi at hava tíðarhóskandi karmar til børn og skúlabørn - tað, sum var fyrr, er ikki nøktandi í dag, tíðin og alt samfelagið flytir seg frameftir og vit skulu eisini fylgja við, eisini tá talan er at gera íløgur úti í okkara bygdum, sum kunnu betra um trivnaðin á okkara smáplássum í kommununi.
Vit skulu alla tíðina optimera trivnaðin í allari kommununi - okkara borgarir skulu hava bestu karmar at virka undir.
Verði eg partur av komandi býráði, skal nýggjur barnagarður byggjast í Kaldbak - nú eiga tey tørn.
Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
RN