Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggja bussleiðin

2020-12-19 21:02

Tað ljóðaði so pent og lovand í nýggjheitinum fríggjadagin 18 des. tá samrøða var gjørd bæði við stjóran á ssl og fíggjarmálaráharran. Hesar samrøðunar bóru báðar nýggjheitir um eina betri samansjóðing av øllum føroyum og eina super framgongd fyri alt landi. Eisini sigur stjórin á ssl at tey hava lagt nógvar tímar til bussleiðina í sundalagnum. Vantanin og álit til ssl var á einum høgum støði hesa løtuna. Men serliga stór var skuffanin tá eg skuldi finna eina leið til Havnar tí dótturin skuldi til arbeiðis hendan leygardagin. Eingin ruta .....

Altso hvat er meiningin, at man útalar seg í almennum útvarpi um hvussu stóra framgongd alt landi er í hesa løtu, at man so tekur eina rutu vekk frá einum stórum øki, hvar fólk eru bæði flutt til og hava búð vit hesi fortreyt í ein mannsaldur. Ja líka síðani Oggjarvegurin bleiv samanbundin hevur sundalagið veri tætt knítt at Havnini, fólk hava arbeitt, tikið útbúgving og veri til ítrótt/ítriv og ymist annað. Hettar hevur borið til hjá so gott sum øllum aldurs bólkum tí bussanir hava koyrt javnan.

SSL hevur her tikið eina avgerð um at kunngerða eina óbrúkiliga bussleið, hvar fólk í næstan øllum túrum suðureftur enda í Effo í kollafjørði uttan møðuleika at koma víðari. Hettar velur ssl at gera ein fríggjardag, so tá vit síggja hvussu støðan er, eru tey sum vara av hesi vanlukku farin heim í vikuskifti. Allir spurningar sum stinga seg upp standa ósvaraðir í fleiri dagar. Hettar er ikki ein spurningur um at vit missa ein túr á degnum, nei vit missa alla bussleiðina til Havnar.

Avleiðingin av hesum er at tey ungu sum ganga í skúla í Havn, hava fyri neyðini at flyta til Havnar, men har er ikki møðuligt at finna nakran bústað sum er, so hettar hjálpur ikki uppá støðuna. Fólk ið ikki hava bil av ymiskum grundum, so sum onki koyrikort, ella ynskja at verja umhvørvi ella kanska er ikki peningur til ein eyka bil, grundirnar kunna vera so nógvar. Øll hesi fólkini hava yvir nátt mist møðuleikan at passa arbeiði, skúla osv

Heilt erligt, hettar kann gerast betur, tað er ikki óvæntað at Eysturoyartunnilin skuldi koma.

SSL hevur haft fleiri ár til at ráðleggja eina brúkbara bussleið til sundalagið, men velja at avtaka bussleiðina og geva borgarum í sundalagnum sum brúka bussin dagliga ein hálvan dag, at finna eina loysn uppá hvussu tey sleppa til arbeiðis og skúla.

Eg er als ikki ímót at borgarar í øllum Føroyum fáa betur fraleið og at Eysturoyartunnilin er ein framgongd fyri nógv fólk er nok ongin yvi um og tað kunna vit øll gleðast um. Men Føroyar vinnur ikki við at avskera alt sundalagið og hatter er ein óneyðug avleiðing av eini nýggjari farleið, sum egentliga ikki hevur naka við hvørt annað at gera.

Hettar er eitt óvanliga vánaligt avrik hjá teinum sum nú hava haft hesa uppgávu undir hond og eg vil als ikki góðtaka at SSL tekur grundarlagið vekk undan fólki her í sundalagnum.

Ikki er tað oftani at ein almennur stovnur í veitur tænastur til borgaran gerð eina so stóra broyting í tænastini, ella vit kunna siga avtekur eina tænastu yvur nátt. Men tað hevur Strandfararskip Landsins gjørt í hesum føri.

Eg vil hervið heita á avarandi minduleikar um at leggja eina bussleið til rættis til sundalagið sum fólk kunna brúka, til arbeiði, skúla og frítíð.

Tað kundi møðuliga veri ein bussleið sum koyrir millum Effo Skálafjørður og Tórshavn. Bert eitt hugskot.

Jóhanna Wenningstedt