Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

(Mynd: Sverri Egholm / portal.fo)

Nú mugu vit koma víðari

2022-01-08 18:17

Koronapassið er passé.

Fyri 7 mánaðum síðani, tá ið tíðindini bórust um at heilsumálaráðið arbeiddi við einum koronupassi, setti eg landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, ein §52a fyrispurning.

Eg spurdi hvussu hetta talgilda koronupassið fór at rigga, og um tað fór at vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum fóru at hava atgongd til av almennum og privatum tænastum, frítíðarvirksemi og mentanartilboðum. Eg spurdi eisini, hvørt fólk uttan koronupass kundu vera noktaði atgongd til ávís tilboð ella tænastur.

Tá svaraði landsstýrismaðurin, at mann hevði ongar ætlanir um, at ein koppsetingarkvittan ella eitt korunupass, skuldi verða grundarlag fyri, hvat borgarar hava atgongd til í samfelagnum.

Nú gjørdist veruleikin so ein annar. Landsstýrið valdi at innføra koronapassið uttan nakra formliga lógarheimild. Antin hevur mann mett, at tað fór at hjálpa at basa smittuni av Covid-19 ella helt mann bara, at tað sendi tað rætta signalið.

Eg haldi meg ikki vita betur enn fakmyndugleikin ger, men tá ið vit síggja, at smittutølini fara galoperandi uppeftir og at koronapassið ikki tykist at hjálpa uppá støðuna á nakran hátt, kann mann gera niðurstøðuna, at koronapassið hevur dumpað so dyggiliga.

Endamálið við passinum var helst at tryggja, at mann ikki setti onnur í smittuvanda. Tað endamálið er ikki rokkið.

Tí eigur koronapassið at avtakast.

Harafturat eiga allir flokkar, ikki bara samgongan, at seta seg saman at umrøða støðuna. Vit eiga at umrøða um ikki samfelagsligi, menniskjaligi og búskaparligi kostnaðurin av at lata samfelagið liggja niðurbundið, er vorðin munandi hægri, enn kostnaðurin av at hava ymiskir variantar av Covid-19 í umferð. Vit mugu hava eina Exit-strategi.

Hetta hevur nú verið støðan í tvey ár. Tvey ár, sum eingi av okkum fáa aftur. Skulu vit eisini missa eitt triðja ár ella fýra kanska?

Sum politikkarar skylda vit okkara borgarum at hava hesa samrøðuna. Kanska ta mest týðandi samrøðuna í løgtinginum nakrantíð. Vit skylda fólki tað frælsa lívið, sum tey lótu frá sær í 2020 til frama fyri at berja niður Koronu.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður