Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

NÓGV HENT Á ARGJUM

2020-10-20 19:56

Hesa býráðssetuna hava vit raðfest nógv ymisk átøk á Argjum – m.a:

Gøtan framvið Sandá er komin niðan til bóndan, og hetta er kanska tað størsta trivnaðarátakið sum er gjørt, - til gleði fyri øll, ikki bara fyri Argjafólk. Tað var upp á tíðina at gøtukervið varð víðkað herúti á vestara áarbakka.

Hølir til 3.floks frítíðarskúlabørn og klubburin Argjaskotið hava verið risast ór frambrot fyri trivnaðin millum børn og ung á Argjum.

Fleiri milliónir eru settar av til at keypa ognir framvið vegnum, soleiðis at fyrstu stigini kunnu takast til at loysa ferðsluvandan í vegatronganum út á Argjaboða, - og tá verður vegurin góður og tryggur allan vegin út á Boðan. Og tá kann busslei ðin koyra allan vegin út - eitt ynski sum argjaboðafólk hava havt leingi.

Komunan hevur í fíggjarætlanini fyri 2021 játta pening til útiøkið við parkeringsplássi til nýggja kirkju á Argjum.

Kirkjan verður eitt felags andaligt- og mentanarhús, ið styrkir samleikan hjá argjafólki Umframt kirkjuligar handlingar kann kirkjan verða karmur um ervi, fermingarveitslur og virksemi hjá felagsskapum. Kommunan skal tryggja, at nóg mikið av parkeringsplássum og góð atkoma verður til kirkjuna.

Tá gamla kirkjan verður seld, eigur kommunan at tryggja, at bygningurin verður gjørdur til eldraíbúðir.

Argja dart fær hølir í gamla Argja skúla , og er nú felagsskapur undir ÍSF og skipar fyri ungdómsvirksemi. So her verður enn eitt frítíðarítriv hjá ungum og vaksnum á Argjum at ganga til.

Um ársskiftið 20/21 verða 48 leiguíbúðir lidnar Undir Kongavarða og hetta er stórt frambrot, tí tað er fyrstu ferð at kommunan hevur staðið fyri at fáa leiguíbúðir bygdar.

Í vetur verð ur elsti partur av gamla sk úla tikin niður og eitt opið, grø nt øki við vøkstri, bonkum og spæliplá ssi ver ður skipað á hesum stað. Vit fáa tá eitt satt trivnaðarøkið til bø rn og barnafamiljur mitt í gomlu bygdini.

rn vi ð serligum avbjóðingum flyta í gamla Argja skúla í heyst . Talan er um eind undir Skúlanum á Fløtum, ið kallast 4-10 tilboðið, og á hesum deiliga stað og fí na sk úlabygningi við svimjihyli og fimleikahø ll f áa børnini tæ r allarbestu umst øður.

Kommunan játtaði 600tús kr til at útbyggja Sjósavnið, og bólkur og verkætlanarleiðari er settur at arbeiða við tekningum og at reisa fígging til útbyggingina.

Jarðarmálið við festaran á Glyvursnesi er loyst soleiðis at golfv øllurin og grønur frítíðardepil verður gjørdur komandi á rini. Arbeitt verður eisini við at fleiri frítíðarfelagsskapir kunnu hava sítt virksemi í gamla gr ótbrotinum í Glyvursnesi, m.a. bogaskjóting.

Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni hjá Tjóðveldi