Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Nevndin í Sørvágs arbeiðarafelag kom til stongdar dyr

2022-01-10 14:37

Í dag, sunnudag 9 jan. kl.15.00, hevði nýggja nevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag, kallað til sín fyrsta nevndarfundin. Men nevndin stóð uttanfyri dyrnar í felagshølunum uttan at sleppa inn.

Nývalda nevndin var vald á ársaðalfundinum hjá Sørvágs Arbeiðarafelag í des. mánaða.

Tað hevur ljóðað, at fyrrv. form. Amy Bech, ikki vildi lata formanssessin frá sær. Tó at hon var einmælt atkvødd út á aðalfundinum í farna mánaða.

Í gjár segði einasti nevndarlimurin frá gomlu nevndini, Elias Davidsen, at hann og Amy Beck, høvdu verið hjá advokati í Havnini og viðgjørt adalfundin. Tey vóru komin til tað niðurstøðu, at fundurin í dec. ikki var løgligur. Tey ætlaðu so at kallað til nýggjan fund og vildu hava ein advokat við sær.

Elias Davidsen møtti ikki upp til fundin í dag Og hann gav ikki avboð. Tá vit ringdu fleiri ferðir til Amy Bech vildi hon ikki taka telefonina.

Amy Bech fekk dagin fyri, leygardagin, at vita at, um hon noktaði at opna dyrnar til felagshúsini, so meldaðu vit hana til politii.

Undirritaði hevur ídag melda Amy Bech til løgregluna fyri at, ”hon hevur lagt seg á annan manns ognir”. Ognir sum hon ongan rætt hevur til.

Kl. 15.30 mátti nýggja nevndin fara avstað aftur. Uttan at hava hildi nakran fund. Tí tvey av teimum máttu aftur til arbeiðis. Men fundurin verður so hildin privat kl. 20.30 í kvøld.

Hvat var galið við aðalfundinum í des ? Vit kunna her bara taka samanum hvat Elias Davidsen sigur vegna Amy Beck. Og tað er fylgjandi,

1. Smb. Elias Davidsen, so var aðalfundurin í des. ikki løgliga innkallaður.

2. Viðm. : Tað er Amy Bech sjálv, sum saman við bókhaldaranum Elias Davidsen, hevur innkallað til aðalfundin í dec.

3. Á aðalfundinum í dec. bleiv spurgt um, hví ongin visti av fundinum fyrr enn dagin fyri ? Uppslagið til fundin var goymt í einum skotið í PE. Men Amy svaraði tá, at alt var regluliga farið fyri seg. Og aðalfundurin vísti seg at góðkenna hettar. Tí ongin hevði aðrar innvendingar.

4. Smb. Elias Davidsen so var undirritaði ikki lógligur limur, tí hann var uppsagdur í marts mánaða, og ongir pengar vóru komnir inn til felagið síðan primo apríl mánð Summarum var undirritaði ikki lógliga valdur.

5. Viðm. : Undirritaði kundi á aðalfundinum vísa á eitt goldið limagjald uppá uml. kr. 4.700,- fyri árið 2021. Tískil kravdi undirritaði, at aðalfundurin atkvøddi um hvørt hann var valbærur ella ikki.

6. Aðalfundurin samtykti við skrivligari atkvøðugreiðslu einmælt, at undirritaði var valbærur.

7. Smb. Elias Davidsen, so vóru fullmaktirnar til atkvøðugreiðsluna á aðalfundinum ikki gyldugar. Tí tað stendur ongastaðni í lógini, at ein kann nýta fullmakt.

8. Viðm. : Fullmaktirnar til aðalfundin í dec. gjørdu hvørki frá ella til í atkvøðugreiðsluni, tí útfallið var einmælt. Fullmaktir er vanligt praksis til fundir. Um tað var so, at felagslógin beinleiðis noktaði fyri hesi praksis, so var støðan ein heilt onnur.

RÁN HÆGST Á DEGI
Hvat skuldi verið galið, íflg. Amy Bech og Elias Davidsen, at undirritaði ikki má koma í nevndina í Sørvágs Arbeiðarafelag.

Jú, mítt aðalmál í 4 ár hevur verið, at avdúka hvussu Føroya Arbeiðarafelag (FA) eyðrænir sínar limir. Og nevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag gongur meira ørindir fyri nakrar fakfelagspamparar í Havnini, enn at verða nevnd fyri sínar egnu limir.

Eg havi roynt at vísa, at taðfakfelagi sum skuldi verja tey kægstu á lønarstigandum, ístaðin er ein grovur blóðsugari. Og at limirnir í Sørvágs Arbeiðarafelag ferð eftir ferð eru latnir forsvarsleysir. Júst av teim somu sum skuldu verja tey.

Teir limir í Sørvágs Arbeiðarafelag, sum royna at arbeiða nógv nú tíðirnar eru góðar, fyri at gjalda niður húsalánini, verða rivnir inn at skinninum av sínum egna fakfelag.

Ístaðin at gjalda niður uppá húsini, so verða hartarbeiðandi arbeiðarafamiljur trektir upptil fleiri og kr. 30.000,- í tvungnum fakfelagsgjaldi um árið. Og tá skal skattur leggjast omaná.

Nógv hava klagað um hettar. Og alla tíðina er sama gongdin. Antin verða fólk niður hegla niður til tey ikki mukka meira. Ella so er tað,; ”Vit arbeiða við málinum”. Hettar inntil fólk eru so uppgivin, at tey ikki orka meira.

Undirritaði hevur fleiri ferðir allment kallað mannagongdirnar hjá FA fyri ”grundlógarbrot” og fyri ”rán hægst á degi”.

ADALFUNDURIN FYRRAÁRID (2020) – SØRVINGAR SKULU MÚLABUNDAST !!!
Til aðalfundin 2020 høvdu vit savna 25 undirskriftir fyri at fáa fund í lag. Nevndin vildi ikki kalla til fundar, hóast koronaráðið segði gott fyri tí.

Vit høvdu 2 uppskot sum vit kravdu til atkvøðugreiðslu. Bæði uppskotini vóru um at seta niður tað tvungna fakfelagsgjaldið. Men Amy Bech kveistraði alt av borðinum. Hettar gekk ímóti Føroya Arbeiðarafelag, har hon er stjórnarlimur, punktum.

Amy Bech hevði sjálv eitt annað uppskot. Og tað var, at arbeiðarafeløgini í Vágum skuldu leggjast saman. Vit visti at, so vóru sørvingarnir múlabundnir til allar tíðir. Tí í Miðági er tað Georg Hansen form. Føroya Arbeiðarafelag (FA), sum er formaður. Og hann skuldi nokk fáa Sandavág lokka við onkrum kjørbeinið. Tí tað er tað sum Georg Hnasen dugir allarbest.

Amy Bech vildi á aðalfundinum, ikki siga hvussu avtalan við Georg Hansen var komin í lag.

Amy Bech, stjórnarlimur í FA visti ikki hvørja løn Georg Hansen fekk sum form. í FA., tá onkur spurgdi um hettar.

Amy Bech visti heldur ikki at siga hvussu lønin hjá Georg Hansen var ásett, tá spurt var um hettar.

Amy Bech gav aðalfundinum hjá Sørvágs Arbeiðarafelag villeiðandi upplýsingar, tá hon segði, at

Georg Hansen ikki var form. Í Miðvágs Arbeiðarafelag (MA). Tí Georg hansen var formaður. Og tað visti Amy Bech. Tey sita jú saman í stjórnini hjá FA.

Tað sær út sum, at Amy Bech ræðist alt sum eitur gjøgnumskygni. Líkaso som Georg Hansen.

Men Amy Bech veit eitt ! Og tað er at tann lógin hon stýrir eftir er brannóløglig. Og vit kunna ikki fáa at vita nær og hvussu lógin er samtykt.

Tað er bara Amy sjálv sum hevur avrit av lógini hjá Sørvágs Arbeiðarafelag. So tað er trupult at tjakast um nakað ein ikki hevur atgongd til.

Skorið út í papp ---

1. Fyri at broyta lógina hjá Sørvágs Arbeiðarafelag skulu møta í minsta lagið 50 limir. Og Tað eru ongantíð møttir 50 limir til aðalfund í SA.

2. Alternativt so kann ein lógarbroyting leggjast út til atkvøðugreiðslu millum limirnar. Og tað er vanlig meirilutaavgerð. Men tað hevur ongantíð verið ein uratkvøðugreiðsla í Sørvágs Arbeiðarafelag um hettar.

3. So Amy Bech skyldar sínum limum at siga hvussu hendan lógarbroytingin er framd. Og at hon skyldar limum sínum, at greiða út tað juridiska grundarlagið sum hon hevur.

GEORG HANSEN
Hvat vita vit um Georg Hansen? Burtsæð frá, at hann royndi at geva arbeiðarunum í Sørvági munnkurv fyri einum árið síðan?

Vit vita at hann er løntur av Føroya Arbeiðarafelag, og at hann hevur eina ársløn uppá uml. 1 mill. Hettar svarar til einar 3 arbeiðaralønir.

Harumframt situr hann í fleiri nevndarsessum.

Ein nevndarsessur hjá Georg Hansen gevur uml kr. 50.000,- árliga. Ein annar nevndarsessur gevur uml kr. 60.000,- árliga,

Aftur ein annar nevndarsessur er formaður í Miðvágs Arbeiarafelag. Ongin veit hvat Georg Hansen kannar sær har. Tí Georg Hansen dámar ikki gjøgnumskygni.

Og har eru vissuliga onnur bein sum Georg Hnasen kann nolgast uppá.

Vit kunna í hvussu er siga at, Georg er ein proff. fakfelagspampari.

Og Georg Hansen dugir at nálgast.

Tað sum eitur gjøgnumskygni og tað sum eitur armlongdarprinsipp leggur hann onki í. Tá eitt starv sum kontórfólk var leyst í FA, tá setti Georg Hansen sína egnu dóttir í starv. So slapp hann undan at nakar setti honum spurningar. Og so kundi hann tura alt ígjøgnum við sínum útvaldu leigusveinum. Hettar eitur á fremmandamálið, nepotisma. Tað kenna vit best frá Afrika og frá diktaturum annars.

Og nú arbeiðarar í Sørvági gera upprør ímóti niðurpíningini hjá FA, so ger hann alt fyri at fáa sínar egnu skutilssveinar aftur í sæti.

FAKFELAGSMADURIN GEORG HANSEN
Hvat ger Georg Hansen sum form. í FA. ? Vit vita so, at hann var á flogvøllinum fyrraárið, tá ósemja var við Atlantic Airways. Men arbeiðsfólkiið hoyrdi onki aftur úr Havnini. Tá tey ringdu, so var svarið, at Atlantic var eitt so stórt felag at FA onki kundi gera. Teir 3 sum stóðu í orkanini orkaðu ikki meira, men søgdu seg fylgjandi úr starvi. Og Georg Hansen fekk sín frið.

Og nú er Georg Hansen karvandi troyttur av sørvingum. Hann er troyttur av fólki sum seta spurningar og protestera ímóti hansara depotismu.

Men eg skal heilsa Georg Hansen !!! Vit fara ikki at gevast fyrr enn limirnir í Sørvágs Arbeiðarafelag hevur fingi líka so sømuligar sømdir sum onnur líknandi fakføløgum í framkomnum londum. Vit krevja at sleppa at velja fakfelagsleiðslur sum tæna okkara limun, og ikki bara tonkja uppá seg og síni. Og vit vilja slettis ikki hava despotar sum Georg Hansen sum bara duga til at eyðræna sínar egnu limir til egnan fyrimuns.

Vit hava reist okkum til kamp ímóti fakfelagstyranninum hjá FA gjøgnum so nógv ár. Og vit í Sørvági ætla at taka framtíðina í okkara egnu hendir.

Skrivað í gjár 9. jan. 2022
Rúni Nolsøe