Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nakrar fáar viðmerkingar til kjakið um fosturtøku. (í trimum pørtum)...

Teir seinastu mánaðirnar hava vit sæð rættiliga umfatandi orðaskifti og kjak eins og víðfevnandi miðlaumrøðu um fosturtøku her í Føroyum. Tað er gott at síggja, at evnið fær almennan áhuga, tí brúk er fyri tí, ikki minst er tað gott at síggja politikarar og fjølmiðlar taka lut. Føroya Pro Vita (hereftir FPV) hevur fylgt við í nógvum av orðaskiftinum og hevur fleiri ferðir við gleði tikið lut í almennu umrøðuni (1 2). Men vit mugu eisini siga, at vit vóru rættiliga bilsin, at hvørki "Kvinna" ella "Sosialurin" bóðu um okkara luttøku, tá ið tey fóru í dýpdina við evninum í summar.

Vit skriva hetta bræv/grein (í trimum pørtum) fyri at taka nakrar vanligar pástandir og viðmerkingar, sum nokkso regluliga eru at hoyra í almenna kjakinum, til umrøðu.

1. partur

Eitt fostur er ikki lív?
Hesin pástandur er ofta at hoyra frá fólki á sosialu miðlunum. Vit halda tað vera ilt at skilja, hvussu tað ber til nú á døgum, har tey flestu eru væl útbúgvin og hava lætta atgongd til bøkur og heimasíður um lívfrøði, at summi fólk enn ikki vita, at eitt nýtt mannalív byrjar við gitnaði: ein nýggj, livandi og vaksandi vera við sínum egna serstaka, menniskjaliga DNA. (3)

Vit halda eisini, at tað er ringt at taka ta grundgevingina fyri fría fosturtøku fyri fult, sum ljóðar: "Mín kroppur, mítt val!" Sjálvandi er eitt fostur ikki kroppurin á mammuni, og sjálvandi geva vit ikki undir øðrum umstøðum, fólki fríar hendur til harðliga at beina fyri verjuleysum og ósekum mannalívi, einans orsakað av stødd, breki, samfelagsligum umstøðum, kyni, staðseting ella tí, at tað kemur illa við!

Eitt fostur er ikki ein persónur?
Vit vita, at summar heimspekiligar stevnur eru, sum vísa á, at eitt menniskja er ikki ein persónur fyrr enn tað kemur til eitt serligt stað í menningini. Tíverri eru hesar grundgevingar fullar av trupulleikum! Nær er tann gandakenda løtan, tá eitt menniskja verður ein persónur? Undir føðing? Tá ið hjartað slær? Tá ið tilvitskan vaknar? Ta løtuna, tá ið tað er ført fyri at kenna pínu? Tá ið tað er lívført? Sjálvbjargið? Eingir serfrøðingar eru samdir um nakra av hesum tilvildarligu fortreytum og kunnu ikki spáa neyvt um nakra av teimum. Og tá ið satt skal sigast, um vit góðtaka nakra av hesum grundgevingum sum leist fyri at vera ein persónur, kunnu vit eisini halda fram við at kjakast um fosturtøku aftaná føðing, barnamorð og samkensludráp eins og politikarar, heimspekingar og læknar gera aðrastaðni í heiminum. (4 5 6)

Fosturtøka er mannarættur?
Hetta uppáhald verður rættiliga ofta sett fram. Men einki heimsumfatandi ella evropeiskt mannarættindarskjal viðurkennir nakran "rætt til fosturtøku" (7). Bæði Cairo ráðstevnan og Amnesty International váttaðu alment í 1994 (8) og í 2006 (9), at eingi slík rættindi eru í altjóða lóg og at tað er upp til hvørja sjálvstýrandi tjóð at avgera sínar egnu lógir um hetta evnið, tí at tað er eingin semja um málið. Men rætturin til lív er hinvegin viðurkendur í fleiri heimsumfatandi og evropeiskum mannarættarskjølum. (10) Tað ófødda barnið er nevnt í tveimum skjølum: Barnarættindasáttmálanum (innganginum) (11) og í Altjóða sáttmálanum um borgararættindi og politisk rættindi. (III. grein 6.5). (12) Ein og hvør ST-nevnd, sum heldur uppá, at tað er ein rættur til fosturtøku, er óærlig og virkar út yvir sínar heimildir. (13) Tá ið tað er givið, at ST-aðalfundurin ikki viðurkennir fosturtøku sum ein alheimsligan mannarætt, hava Føroyar onga skyldu til at ganga ivasomum krøvum um, at ST-nevndir krevja fosturtøku, á møti. (14 15 16)

Fosturtøkumannagongdir!
Vit hava lagt til merkis ein rættiliga stóran mótvilja ímóti at fara inn í eitt opið, nágreiniligt kjak um, hvat ein fosturtøka inniber, ella um, hvørjum menningarstigi fostrið er á, tá ið tað verður tikið. Tað eru fleiri mátar at fremja fosturtøku (við heilivági (17); skurðviðgerð í fyrsta trimestri (18), skurðviðgerð í øðrum ella triðja trimestri (19 20); fosturtøka undir føðing (21)) sum eru til taks um allan heim. Okkum er sagt, at "súgving" er tann vanliga fosturtøkan og avmarkað til 12 vikur her í Føroyum, hóast lógin loyvir fosturtøku upp til 16. viku. Eitt elalítið menniskja, sum mennist við bankandi hjarta, blóðflokki, kyni, limum, einum mennandi heila, gøgnum og lívinum fyri sær, verður harðliga týnt. (22) Og kortini fáa vit at vita, at hetta er "liberalisering", "progressivt"og neyðugt fyri "javnstøðuna". Eftir hvørjum reglum, spyrja vit?

Tað er okkara inniliga vón, at kjakið, sum longu er byrjað, fer at halda fram og at tað verður bæði sakligt og við virðing. Vit vóna eisini staðiliga, at allar síður av hesum torgreidda málinum um fosturtøku verða tiknar við, eisini tey týdningarmiklu evni, vit taka upp her. At enda vóna vit, at uttan mun til, hvør avgerð verður tikin, at tær mugu gagna øllum mammum, pápum og børnum, føddum sum óføddum. Vit hava øll uppiborið eina framtíð. Vit hava øll betur uppiborið enn fosturtøku!

Føroya Pro Vita
www.provita.fo