Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Fróðskaparsetur Føroya.

Bjarni var formaður fyri Framsøkin Ung frá august 2014 til juni 2016

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

MVG-FRÍTØKA AV EL-BILUM FRAM TIL 2030 🚗🔋

2021-01-04 11:56

Mvg frítøkan av elbilum byrjaði 1. Januar í 2017 undir undanfarnu samgongu. Í 2017 vórðu 15 akfør seld, í 2018 var talið 68, meðan tað miðskeiðis í 2019 var 83. Frá 2017 til 2020 hava vit upplivað ein vøkstur á minst 20% árliga. Hóast tað enn er ein lutfalsliga lítil partur av samlaðu bilparkini, so er tað undir øllum umstøðum ein sunnur vøkstur.

Framskriva vit eina øking uppá 20% hvørt ár, so hava vit beint upp undir 2000 elbilar í 2030. So at tað gongur ov seint, er ikki rætt. Tað gongur bara seint í mun til samlaðu bilparkina. Men nú frættist, at á nýggjárinum í fjør vóru heili 185 el-bilar skrásettir í Føroyum, og at á nýggjárinum hesaferð eru teir 321 í tali, sum er ein vøkstur upp á 73,5%.

20% vøkstur undir so at siga øllum umstøðum er at rokna sum ein sunnur prosentvøkstur. Eksponentiellur vøkstur er máttmiklasta megi í heiminum, og má ikki undirmetast. Um tað byrjar at nærkast 75% árliga, eru fortreytirnar uppaftur betri, og tá tosa vit um nakað grundleggjandi ørvísi. Økist skrásetingin við 75% hvørt ár í 10 ár, so hava vit 50.000 elbilar í Føroyum í 2030. Tað er sjálvandi rættiliga optimistiskt, men tað er við til at vísa at økist vøksturin bara eitt sindur hvørt ár, ber væl til at koma á mál við at skifta akførini út.

Broytingar í battarítøkni, tilfari, veitingarketuni og framleiðslu fara at elva til kollveltandi broytingar næstu árini. Elbilfabrikanturin TESLA, sum er langt, langt, langt fremst tá ið tað kemur til elbilar, hevur ætlanir um at hálvera prísin á battaríunum innan trý ár frá í dag at rokna. Ein hálvering av krónu/kwt er øgiliga umráðandi fyri nær tað byrjar at geva meining at framleiða ein bíligan bil, og har brúkarin byrjar at umhugsa hann fram um bensin ella diesel. Felagið hevur eisini ætlanir um at framleiða ein fult autonoman “sjálvkoyrandi” bil fyri $25.000. í dag svarar tað til 153.000 krónur. Og hyggur tú eftir søguni hjá umrødda bilfabrikantinum, so hava teir siðvenju fyri at gera tað sum teir hava sett sær fyri.

Hvørt ár betrast sniðini fyri sniðini á katodir og anodir, sum eru tær ávikavist negativu og positivu elektrodurnar, sum elektronirnar ganga ígjøgnum. Veitingarketan á lithium verður integrera vertikalt, soleiðis at bilfabrikantarnir hava fult tamarhald á framleiðsluketuni. Tað kenna vit aftur frá Bakkafrost. Tað gongur væl við at útfasa kobalt úr framleiðsluni, og aluminiumshúsin til battaríið blívur betri og betri.

Tað er sjón fyri søgn at vit eru í byrjanarstøðuni til eitt skifti. Og Landið MÁ vera ein viðspælari. Sitandi samgonga ætlar tíverri at taka burtur MVG-frítøkuna um 2 ár. Tað er sera óheppið, tí vit fara at koma til eitt vendipunkt innanfyri tey næstu 10 árini, og eg haldi ikki at tað er rímiligt at vit halda aftur við at tilskunda hesa gongdina.

Tí skuldi MVG-frítøkan havt gildið fram til í minsta lagið 2030!

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður