
MUSIKKSKÚLIN - Tórshavnar tónleikaháborg
2020-10-27 10:49
Kommunuval -
Musikkskúlin, ið fram til august 2019 húsaðist í 4 ymiskum bygningum, fekk loksins nýggjar karmar at virka undir. Nýggjan bygning við Landavegin, har øll starvsfólkini nú virka undir sama taki.
Bygningurin tekur seg væl út, og er eitt satt prýði fyri Tórshavnar kommunu, stoltleiki fyri starvsfólk og brúkara.
Sum við øllum bygningum, ið verða gjørdir, skulu ábøtur/ broytingar gerast, hesum sleppur musikkskúlin heldur ikki undan.
Ábøtur/broytingar, ið krevjast at verða gjørdar eru:
· Akustikkurin í frálæruhølunum betrast
· Hurðar til frálæruhølini skiftast
· Ventilatiónin broytast til frálæruhølini
· Høvuðsinngondin broytast
· Hálvtak yvir úthurðar
· Atkoman til bakhurð (vørubilar)
· Stólar skiftast út í konserthøll, Hátún
· Ventilasjónskipanin í Hátún rættast
Bara fyri at nevna nakrar av ábøtrunum/ broytingunum.
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, verður ofta tikið til, soleiðis er eisini í hesum føri.
Verði eg valdur í Býráð, vil eg arbeiða fyri at musikkskúlin fær ta játtan ið skal til fyri at fáa skúlan liðugt gjørdan.
Gott val!
X við Jens Knudsen á Lista B.
Jens Knudsen
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
RN